Kanning gevur Johnson meiriluta upp á 38 sessir

Konservativi flokkurin hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, stendur til at fáa meiriluta upp á 38 sessir á tjóðartingsvalinum hósdagin. Tað vísir ein meiningakanning, sum blaðið The Sunday Times hevur almannakunngjørt.

Kanningin, sum Datapraxis hevur gjørt, sigur, at tey konservativu fáa 344 sessir, meðan arbeiðaraflokkurin Labour fær 221 sessir. Tað skrivar politiski redaktørurin á The Sunday Times á Twitter.

Fleiri aðrar kanningar benda á, at Johnson missir undirtøku, og at valið kann gerast ógvuliga javnt millum teir báðar stóru flokkarnar.

Paul Hilder frá Datapraxis sigur, at »vit hava ongantíð sæð so nógvar veljarar, sum ikki vita, hvussu teir skulu atkvøða«.

 

/ritzau/Reuters