Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu fiska upsa, men fiskiskapurin roynist framvegis ikki hjá skipunum. Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur.
Tað er ikki nógv lív í umborð á djúpvatnstrolarunum í løtuni, tí allir liggja við bryggju.
Seinastu dagarnar hava tveir trolbátar verið til fiskiskap. Teir skuldu landa í gjár og høvdu mest av toski og hýsu - og so nakað av flatfiski.
Allir hinir trolbátarnir liggja við bryggju.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma ætlandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Skipini hava vánaligan fiskiskap.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið landar væntand miðskeiðis í hesi vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.