Kendur trummuleikari álvarsliga sjúkur

Kendi trummuleikarin Ginger Baker frá sekstiárabólkinum Cream, er vorðin álvarsliga sjúkur, og er innlagdur á sjúkrahús.

Baker familjan boðar á twitter frá hesum, men uttan at fara í smálutir.

Í 2013 boðaði Ginger Baker frá, at hann hevði kroniska lungnasjúku, og at sjúkan hevði samband við, at Baker hevur verið roykjari alt sítt lív. Eisini kom fram, at hann hevði trupulleikar við gigt í rygginum.

Í 2016 fekk Baker skurðviðgerð í hjartanum, og stutt innan hesa skurðviðgerðina datt Ginger Baker heima við hús, og mátti avlýsa konsertferð við bólkinum Air Force 3.

Saman við Eric Clapton og Jack Bruce stovnaði Ginger Baker í 1966 kenda bólkin Cream, ið gav út fýra útgávur, innan teir fóru hvør til sítt í 1968. Clapton og Baker spældu eftir hetta eitt stutt skifti saman í bólkinum Blind Faith, og hava síðani báðir havt undanvind á egum beinum á tónleikaligu yrkisleiðini.

Harða lívið hevur Baker ikki roynt at goyma, og í samrøðu við The Guardian í 2013 greiddi Baker frá, at hann hevur verið bundin av heroini, og at hann “einar 29 ferðir” hevur roynt at sloppið undan narkotiskum bundinskapi.