Kendur trummuleikari deyður

Týsdagin andaðist Neil Peart, kendur trummuleikari í canadiska rockbólkinum Rush.

Neil Peart verður mettur millum heimsins bestu trummuleikarar. Hann leikti við Rush í 45 ár.

Ein talsmaður hjá bólkinum hevur við tíðarritið Rolling Stone sagt, at Peart hevði serliga krabbasjúku í heilanum.

Peart byrjaði í Rush í 1974. Í 2015 gavst hann og segði seg verða úti av spælinum.

Neil Peart gjørdist 67 ár.