Sum sjúkrahúsprestur gjøgnum so mong ár hevur Sverri Steinhólm vitjað mong, sum hava ligið til tað seinasta.

Kenslubornar løtur á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrahúspresturin, Sverri Steinhólm, svevur á einari skúmmadrassu á einari skrivstovu, tí familjan er í sóttarhaldi í prestagarðinum.

 

Sum sjúkrahúsprestur gjøgnum so mong ár hevur Sverri Steinhólm vitjað mong, sum hava ligið til tað seinasta.

 

Sverri Steinhólm, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara Prestagjaldi, er eisini sjúkrahús-og fongsulsprestur. Tá hann søkti og varð settur í hetta starv hin 1. desember í 1995, vóru uppgávurnar sum ávikavist sjúkrahúsprestur og fongsulsprestur partur av starvslýsingini og soleiðis eisini starvinum. Kirkjuligu uppgávurnar hjá sóknarprestinum eru í fyrsta lagi í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.

Nú Føroyar og meginparturin av heiminum roynir at byrgja upp fyri smittuspjaðing í samband við herviligu korona-farsóttina, er Fólkakirkjan eisini ein aktivur viðleikari. Eingin kirkjugongd er kring landið, og konfirmatiónir eru útsettar til heystar, eins og roynt verður at fáa fólk at útseta barnadóp og vígslur í tann mun, tað letur seg gera.

Jarðarferðir eru avmarkaðar til tey allar nærmastu avvarðandi, og í onkrum føri eru jarðarferðir vorðnar stroymdar á netinum.

Í tíðum sum hesum, har roynt verður av øllum alvi at halda corona-smittuni burtur frá teimum veiku, sjúku og gomlu, er ikki minni umráðandi, at starvsfólki innan heilsuverk og sjúkrarøkt verða vard so væl, sum yvirhøvur tilber. Treytin fyri, at heilsuverk og eldrarøkt kunnu røkja sínar alneyðugu uppgávur og vera um tey, sum tørva mest, er, at hvør ansar sær - og at øll ansa eftir hvørjum øðrum.

Seinastu tíðina hevur sjúkrahúspresturin, sum annars býr í Sandágerði saman við familju síni, sovið á einari madrassu á einari skrivstovu. Fyri eini tíð síðan komu kona hansara og børn saman við ommu-og abbabørnum heim úr Danmark, har 28 ára gamli sonurin býr.

Sverri Steinhólm vísir á, at tey øll - fimm í tali - eru í sóttarhaldi í prestagarðinum í Sandágerði, meðan hann sjálvur seinastu tíðina hevur sovið á einari skúmmadrassu á einari skrivstovu.

- Eg havi verið í túninum hjá familjuni í Sandagerði, men eg havi hildið meg í góðari frástøðu, soleiðis at eingin hugsandi smittuvandi er av hesi orsøk. Hesar dagarnar havi eg havt stundir til at hugsavna meg og hugsa um mín gerning, eins og eg havi runnið mær nakrar góðar túrar.

Í einari longri samrøðu, sum VikuskiftisSosialurin hevur gjørt við sjúkrahús-og fongsulsprestin, greiðir Sverri Steinhólm frá, hvussu arbeiðið hjá honum á Landssjúkrahúsinum nú er skipað, og hvørjar umstøðurnar eru til gudstænastur og vitjan hjá sjúkum og gomlum.

Áðrenn korona-trupulleikin tók seg upp, og alt samfelagið fór í hernað móti smittuspjaðing, var vanligt, at nøkur av teimum avvarðandi kundu vera inni hjá tí sjúka og doyggjandi í senn. Men, eisini her eru avmarkingar í dag. - Tað hevur verið vanligt at havt andakt inni á stovuni saman við tí liggjandi og nærmastu avvarðandi. Men, hetta ber ikki til, soleiðis sum støðan er nú.

Ein av týðandi uppgávunum hjá sjúkrahúsprestinum er at vitja tey sjúku, gomlu og doyggjandi, men hvussu kann arbeiði skipast, nú alt samfelagið roynir at verja seg ímóti korona-farsóttini?

- Mítt starv liggur undir Fólkakirkjuni, og eg lurti eftir tí, sum bispur sigur. Allir prestar eru avmarkaðir í løtuni. Í mínum arbeiði sum sjúkrahúsprestur royni eg sum best at seta saman ynskini hjá kirkjuni og sjúkrahúsverkinum.

Sverri Steinhólm vísir á, at tað er ein fyrimunur hjá honum, at hann hevur røkt hesa uppgávu á sjúkrahúsinum gjøgnum so mong ár. Atlit skulu altíð takast til tann smittuvanda sum er á einum sjúkrahúsi. Tað er altíð neyðugt at brúka vit og skil, og eingin kann ganga runt, sum best ber til.

Sóknarpresturin leggur dent á, at hann í sínum arbeiði á Landssjúkrahúsinum er partur av starvsfólkahópinum, og hann rennur tískil ikki runt á sjúkrahúsinum sum ein smittuberi.

- Tað er reinur logikkur, tá tú starvast á sjúkrahúsi, at reinføri er so gott, sum tað yvirhøvur kann vera, og hetta havi eg altíð lagt stóran dent á. Eg fari ikki inn á sjúkrastovurnar uttan ávísing frá starvsfólkunum, men eg spyrji javnan, serliga á B6, har eisini pallitiva deildin er, um tað er onkur, tey halda, eg skuldi farið inn til.

Sverri Steinhólm vísir á, at tað hendir eisini, at onkur sjúklingur liggur avbyrgdur - ella isoleraður - tí viðkomandi er fongdur við bakterium, og tá hugsar hann ikki serstakt um korona-virus, men sum heild. Í slíkum føri er gjarna skelti á hurðini, har viðkomandi sjúklingur liggur.

Sum sjúkrahúsprestur gjøgnum so mong ár hevur Sverri Steinhólm eisini vitjað mong, sum hava ligið til tað seinasta og í samrøðuni, sum er í VikuskiftisSosialinum í dag, greiðir hann eisini frá, hvussu hesi viðurskifti nú eru skipað. - Løtur, tá bara hjúnini eru saman í slíkari støðu, og annar hjúnafelagin er farandi, kunnu gerast ógvuliga sterkar kensluliga, sigur Sverri Steinhólm.

 

 

Sum sjúkrahúsprestur gjøgnum so mong ár hevur Sverri Steinhólm vitjað mong, sum hava ligið til tað seinasta.