Keypti 28 Teslabilar av misgáum

Stórur áhugi er fyri amerikanska Tesla, og nógv vilja fegin ognar sær hendan lutvíst dýra bilin.

Tesla hevði kunnað selt nógvar bilar, um øll gjørdu sum hesin maðurin í Týsklandi. Myndin er fra verksmiðjuni hjá Tesla í Fremont, California. - Foto: Stephen Lam/Reuters

Tesla hevði kunnað selt nógvar bilar, um øll gjørdu sum hesin maðurin í Týsklandi. Myndin er fra verksmiðjuni hjá Tesla í Fremont, California. - Foto: Stephen Lam/Reuters

Soleiðis var eisini hjá einum manni í Týsklandi, sum vildi skifta út gamla familjubilin við ein spildur nýggjan Tesla, skrivar Gulf News.

Hann var eggjaður til el-bil eftir at hava sæð eina sending, har hann kundi fáa eyka pengar fyri at sleppa sær av við bensin- ella dieselbilin.

Tað var meðan samfelagið var stongt vegna koronukreppuna, og tann eldri harrin gjørdi av at keypa bilin á heimasíðuni hjá Tesla. Men tað kom klutur í, skrivar blaðið.

Keypið fór ikki ígjøgnum, so týski keyparin bleiv við at trýsta á »keyp«.

Eftir nakrar tímar eydnaðist tað. Men tá hevði hann ikki bara keypt ein bil. Nei, hann hevði keypt 28 bilar!

Prísurin var upp á 1,4 milliónir evrur, 10,5 milliónir krónur.

Tá Tesla varnaðist feiin, fekk maðurin pengarnar aftur fyri teir 27 bilarnar.

/ritzau/

Tesla hevði kunnað selt nógvar bilar, um øll gjørdu sum hesin maðurin í Týsklandi. Myndin er fra verksmiðjuni hjá Tesla í Fremont, California. - Foto: Stephen Lam/Reuters