Kim og Linda syngja »Don’t Go Breaking My Heart« í hvør sínum landi

Vit kenna øll bæði Kim Hansen og Lindu Andrews og vita, at tey duga væl síni ting.

Kim er óførur á tangentunum, tá sóu vit eisini, tá hann fyri 10 árum síðani hitaði upp fyri sjálvan Sir Elton John á Tórsvølli – einki løgið í, at fleiri halda hann vera okkara svar upp á Elton John.

Nógvir tónleikarar hava nú í hesum koronatíðum bjóðað hvør øðrum av at sygnja soleiðis í frástøðu – soleiðis sum Linda Andrews og Kim Hansen gera niðanfyri.

Síggið og hoyrið Lindu Andrews og Kim Hansen syngja saman hvør sær í hvør sínum landi: