Kina fer at banna einnýtsluplasti

Kina tekur nú stóra stigið fyri at steðga einnýtsluplasti, sum er ein av landsins størstu umhvørvistrupulleikum.

Frá 2022 skulu eingir plastposar vera í landinum, hevur kinesiski staturin avgjørt. - Foto: China Daily/Reuters

Frá 2022 skulu eingir plastposar vera í landinum, hevur kinesiski staturin avgjørt. - Foto: China Daily/Reuters

Hesum boðar kinesiski staturin frá í dag.

Einnýtsluposar skulu burtur úr býunum, og plast skal bannast á matstovum og í landbúnaðinum, hevur Menningar og Nýskipanarnevndin og umhvørvisráðið í Kina gjørt av.

Plastposar skulu bannast í øllum stórum býum í landinum frá ársenda í ár. Frá 2022 skulu plastposar ikki vera í nøkrum býi í Kina yvirhøvur.

Síðst í 2020 verða einnýtslusúgvirør banna á matstovum. Og frá 2025 skulu allir býir í Kina minka nýtsluna av einnýtsluplasti í matstovuvinnuni við 30 prosentum.

 

/ritzau/Reuters

Frá 2022 skulu eingir plastposar vera í landinum, hevur kinesiski staturin avgjørt. - Foto: China Daily/Reuters