Kina stuðlar óheftari kanning av koronafarsóttini

Á ársfundinum hjá heimsheilsufelagsskapinum WHO hevur kinesiski forsetin sagt, at hann stuðlar kanning av koronaútbrotinum.

Í eini videorøðu, sum var víst, tá ársfudninum hjá WHO byrjaði í dag, sigur kinesiski forsetin, Xi Jiping, at hann stuðlar tí meiriluta av heimsins londum, sum vilja hava eina óhefta kanning av farsóttini, men ikki »fyrr enn støðan er undi

Á fyrsta sinni hevur Heimsheilsstovnurin WHO hildið ársfundinum á netinum, samstundis sum stórur spenningur er í støðuni millum USA og Kina av koronafarsóttini.

Í eini videorøðu, sum varð hildin á fundinum, segði kinesiski forsetin, Xu Jiping, at hann stuðlar tí meiriluta av londum, sum vilja hava eina óhefta kanning av farsóttini, men ikki »fyrr enn støðan er undir kontrol.«

Xi sigur, at Kina alla tíðina hevur havt opinleika kring útbrotið av koronavirus. Hann lovar tvær milliardir dollarar, einar 13,8 milliardir krónur, í tvey ár í stuðuli til at berja niður farsóttina.

Á tveir daga ársfundinum verður roknað við, at heilsumálaráðharrar úr flestu londum stuðla kravinum um eina umfatandi og óhefta kanning av, hvaðani frasóttin stavar.

Upprunaliga byrja smittan í kinesiska milliónabýnum Wuhan. Nógv kjak hevur verið um, hvussu smittan var flutt frá djórum til menniskju. Granskarar hava víst á ein geniska líkheit millum tað koronavirus, sum er funnið í flogmýs.

Tað kann veriða komið til menniskju við roðsludjórum, verður sagt í teoriunum.

Sam stundis hevur verið eitt stórpolitiskt orðakríggj millum Kina og USA, hvar USA heldur, at virusið kann vera komið til mennisku í eini granskingarstovu í Wuhan – kanska av misgávum. Hesum hevur Kina tó víst aftur.

Tað verður helst atkvøðugreiðsla um uppskotið um eina óhefta eftirmeting í morgin. Tað skrivar avstralska tíðindastovan AAP.

Talan er um 73 ársfundi hjá heimsheilsufelagsskapinum.

/ritzau/Reuters