Kina vil hava USA at strika toll

Kina krevur, at USA rullar allar teir nýggju tollsatsirnar upp á kinesiskar vørur aftur sum fyrsta part av eini handilsavtalu millum tey bæði londini.

Tað hevur enn ikki eydnast Donald Trump og Xi Jingping at semjast um eina handilsavtalu. Myndin er tikin av teimum báðum forsetunum á fundi í G20-bólkinum í Japan í juni. Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Tað søgdu ónevndar keldur við kinesiska blaðið Global Times í dag.

Harvið er aftur ótryggleiki um endan á handilskrígnum millum tey bæði londini.

USA hevur hinvegin boðað frá enn fleiri tollhækkingum seinni í hesum mánaðinum á vørur úr Kina.

Handilsstríðið millum heimsins størstu búskapir hevur vart næstan líka leingi, sum Donald Trump hevur verið forset í USA.

/ritzau/Reuters