Klaksvíkingar bíða eftir Deni

NSÍ bíðar framvegis eftir, at lyklaspælari skal koma fyri seg aftur

Í gjár vann næstbesta NSÍ liðið 3-1 í Klaksvík. Nú fyrireika teir í NSÍ seg at fara nýggjan túr til Klaksvíkar. Nú er talan um besta liðið, og tað er spennandi. KÍ hevur átta stig, og NSÍ hevur sjey stig.

Í fjør var NSÍ einaferð í Klaksvík. Tá var úrslitið 1-1. Liðini hittust tvær ferðir við Løkin í Runavík. KÍ vann fyrru ferðina 1-0, og NSÍ vann seinnu ferðina – í síðsta umfari – 2-1.

Í 2017 var NSÍ tvær ferðir í Klaksvík. Fyrru ferðina endaði tað 2-2, og seinnu ferðina vann KÍ 3-1. Í Runavík var úrslitið 2-2.

Síðsta ferðin, at NSÍ vann í landskappingini í Klaksvík, var 13. mars í 2016, tá ið gestirnir fóru útaftur við 3-1 sigri.

Stóri spurningurin í Klaksvík undan dystinum seinnapartin er, um miðverjin Deni Pavlovic verður førur fyri at spæla. Hann hevur ikki verið við seinastu ferðirnar, tí eitt bein í hondini er brotið. Deni venur aftur, men tað tykist ikki vera serliga sannlíkt, at hann fer at spæla ídag.

Ólavur Niclasen, sum hevur verið skaddur, er komin fyri seg aftur. Hann var ikki á næstbesta liðnum ígjár. Tí er tað sannlíkt, at hann er ætlaður at eiga lut á besta liðnum ídag.

Torbjørn Grytten er komin fyri seg aftur.

Óli Eyðsteinsson Poulsen er framvegis skaddur, og ímóti ÌF síðsta sunnudag koykti Takuya Matsunaga fótin. Tað er ivasamt, um hann verður tøkur ídag.

Hjá NSÍ er Øssur Dalbúð langtíðarskaddur. Petur Knudsen var sera væl upplagdur fyrstu umførini. Tað hevur verið stórur saknur í honum seinastu ferðirnar. Petur Knudsen er skaddur í økslini og verður ikki við ídag.