Klára skerini undir korona-kreppuni

Karstensens Skibsværft hevur ikki sent fólkið til hús, eins og onkrar aðrar skipasmiðjur í Danmark hava gjørt, nú korona-kreppan herjar.

 

 

 

Í mun til ein stóran part av danska vinnulívinum, hevur Karstensens Skibsværft í Skagen ikki stórvegis trupulleikar í løtuni. Á skipasmiðjuni heldur arbeiðið stórt sæð fram sum vanligt, tó við ymiskum atlitum at vandanum við korona-smittu. Hinvegin hevur ein onnur skipasmiðja í Danmark, Orskov Yard í Frederikshavn, sent 86 fólk til hús.

Sambært stjóranum á Karstensens Skibsværft, Knud Degn Karstensen, hevur hann eina logiska frágreiðing upp á, hví so stórur munur er á virkseminum í Frederikshavn og Skagen.

- Orskov Yard í Frederikshavn ger bara umvælingar, men umvælingar eru bert ein triðingur av okkara umsetningi. Tveir triðingar av okkara virksemi er nýbygging, og hetta eru langtíðar verkætlanir, sum ikki bara steðga upp, sigur Knud Degn Karstensen.

Stjórin á Karstensens Skibsværft sigur við Nordjyske, at skipasmiðan eisini hevur fingið onkrar avlýsingar upp á ymisk umvælingararbeiði, men í fyrsta umfari hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki hjá teimum.

- Tá soleiðis er, hava vit bara flutt nakrar av handverkarunum yvir á nýbygningar í staðin fyri at senda teir heim, sigur Knud Degn Karstensen.

Á Karstensens Skibsværft hava tey tó skipað seg øðrvísi í royndini at byrgja upp fyri spjaðing av korona-smittuni. Á skipasmiðjuni syrgja tey eitt nú fyri at hava forskotnar steðgir, soleiðis at ikki øll starvsfólkini eru í kantinuni í senn. 

- Vit hava eisini forskotið arbeiðstíðina, soleiðis at nakrir handverkarar møta um morgunin, og aðrir hava sínar vaktir seinnapart - um kvøldið ella um náttina. Endamálið við hesum er, sigur stjórin við Nordjyske, at ikki so mong skulu vera til arbeiðis samstundis.