Tárini runnu niður eftir andlitinum á Jürgen Klopp, tá hann hoyrdi heilsustarvsfólk syngja "You Never Walk Alone".

Klopp græt tá hann hoyrdi sangin

- Mín trupulleiki er lítil í mun til heimstrupulleikarnar, men vónandi fer hetta at skapa størri samanhald í heiminum, sigur Jürgen Klopp.

 

Tárini runnu niður eftir andlitinum á Jürgen Klopp, tá hann hoyrdi heilsustarvsfólk syngja "You Never Walk Alone".

 

Tey eru mong, sum hugsa um, hvørt Liverpool, sum higartil er 25 stig fremst í Premier League, fer at vinna enska meistaraheitið í ár ella ei.

Týski venjari felagsins, Jürgen Klopp, sigur, at hetta hevur ikki so stóran týdning í dag, nú menniskju kring heimin stríðast fyri sínum lívi.

Visir.is skrivar, at tárini runnu niður eftir andlitinum á Jürgen Klopp, tá hann hoyrdi heilsustarvsfólk syngja "You Never Walk Alone".

Venjarin segði seg vóna, at heimsfarsóttin fer at skapa størri samanhald í heiminum.

Í einari samrøðu, eftir at Premier League-kappingin steðgaði hin 13. mars, segði týski venjarin, at hansara trupulleiki er lítil í mun til trupulleikarnar, sum korona-virus skapar.

- Spurningurin um fótbólturin byrjar aftur - ella um Liverpool vinnur Premier League - er lítil í mun til heimstrupulleikarnar við korona-smittuni, segði Jürgen Klopp.

Týski venjarin hevði sæð eitt filmsbrot, har heilsustarvsfólk uttan fyri eina intensivdeild á sjúkrahúsi sungu sangin. 

- Hesi menniskju seta lívið í váða og offra seg fyri onnur. Hetta sigur mær alt, sigur Jürgen Klopp, týðiliga rørdur.

 

 

Tárini runnu niður eftir andlitinum á Jürgen Klopp, tá hann hoyrdi heilsustarvsfólk syngja "You Never Walk Alone".