Koda-stjóri um korona: Mistu inntøkurnar fara at merkjast

Í kunningarskrivi á heimasíðuni hjá Koda kunnar stjórin um støðuna, nú korona herjar um allan heim.

Í Føroyum hava eittnú tónleikarar verið frammi og kært sína neyð, nú inntøkur minka ella hvørva, tí samfelagið er sett niður í ferð, og frárátt verður fólki at koma saman.

Gorm Arildsen skrivar m.a., til sínar limir, at støðan fer at hava við sær, ar tónleikarar og fyrireikarar missa inntøkur, og at hetta fer at merkjast.

Eisini fegnast hann um, at listafólk eru tikin við, tá danskir politikarar snikka saman hjálparpakkar.

Longu nú eru nógvar konsertir avlýstar og tað fer at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri nógvar av okkara limum og fyri nógvar konsertfyriskiparar. Í Koda eru vit varug við, at har eru nógv, ið verða rakt av hesum avlýsingunum. Og at mistu inntøkurnar fara at merkjast bæði av útinnandi tónleikarum, sum mist gjald fyri framførslur, og av tónaskøldunum og sangskrivarunum, sum í somu syftu missa Koda-inntøkur, skrivar koda-stjórin. 

Men onnur inntøkuøki verða eisini rakt. Tá caféir, barrir og matstovur stongja, steðgar tónleikurin og tað ger gjaldið til Koda eisini. Tá lýsingarmarknaðurin verður raktur, rakar tað serliga tær sjónvarps- og útvarpsstøðirnar, ið eru lýsingarfíggjaðar. Hetta fer at hava avleiðingar fyri tær inntøkurnar hjá okkum, sum eru tongdar at hesum økjunum, skrivar Gorm Arildsen.

Í undanfarnu vikuni hava fakfeløgini Dansk Artist Forbund og Dansk Musikerforbund lagt stórt trýst á, fyri at politiskar loysnir vera funnar, sum kunnu veita fíggjarliga hjálp til teir túsindavís útinnandi tónleikarnar, sum fáa ein dyggan fíggjarliga smeit av teimum nógvu avlýstu konsertunum í inn- og útlandi. Dansk Live er í breddanum, og eisini DJBFA, DPA, DKF og Musikforlæggerne eru virkin í politiska arbeiðinum, sum kann minka kreppuavleiðingarnar fyri tey, ið skapa tónleik. 

 

Danski mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, hevur boðað frá, at hon er greið yvir, at lønjavnanartiltøkini hjá stjórnini ikki eru til eins stóra hjálp hjá øllum, og at tey sjálvstøðugu listafólkini eru í einari serliga ótryggari støðu í løtuni. Hon hevur bjóðað til tættar samráðingar við fakfeløgini og tað er gott. Tað merkir, at arbeitt verður frá fleiri síðum fyri at tryggja, at mentanarlívið er við, tá støða verður tikin til, hvussu tiltøk sum hjálparpakkar og lønjavnan skulu snikkast saman. Hetta samstundis sum at fakfeløgini arbeiða fyri, at linka reglurnar í dagpenga- og sjúkradagpengaskipanini og arbeiðsloysistryggingini, skrivar Gorm Arildsen m.a. í kunningarskrivi, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Koda.

 

Les eisini:

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/korona-og-listafolk-tungur-er-tigandi-rodur/