Kom við á Rana-Ting-Meir av tí sama ella einar tryggari sosialari Føroyar?

Tað er einki at ivast í. Løgtingsvalið hesaferð er meiri nú enn nakrantíð vorðið eitt stríð um virðir og hvar vit ynskja Føroyar at fara.

Undan seinasta valið sendi eg eitt lesarabræv út, har eg ávari um, hvat fyri Føroyar vit fóru at fáa um sitandi samgonga kom til valdið. Og vit fingu sjón fyri søgn við tí virðis politikki, ið C, E og F hava lagt fyri dagin. Tann greinin kann enn lesast her http://lesarin.fo/duldar+dagsskrair+og+raeduskitar.html, og er enn líka viðkomandi!

Síðstu 4 árini hava vit sæð, at summi eru meira líka enn onnur og at etiskar leiðreglur opinbart ikki eru líka umráðandi, tá ið tú situr við valdið, sum tá tú girnast eftir valdinum.

Høgt upp á moralska tindin trumlaðu C, E og F, men komu brakandi niður við vána lógarsmíði, vanvirðing fyri siðvenju innan demokratisku tilgongdirnar í Løgtinginum, manglandi minniluta verju, og oyðsli við skattapengunum hjá borgaranum.

Tøl og XL ørk, ið mestsum minna um eitt fantasy telduspæl hava tikið tað fokus, ið øll tey neyðstøddu innan heisluverkið, eldraøkið og psykiatriina v.m. áttu havt fingið!

Kanska er tað ikki so løgið, tí tað er jú tað, sum vit kunnu væntað, tá ið tú stútt og støðugt virkar fyri eini niðurbræðing av okkara væl grundaða kristna siðaarvi og tí mentan, ið hevur verið við til at grundað okkara demokratiska vælferðarsamfelag.

Latið okkum ikki fara har, ið okkara grannar eru farnir, á útsølu við okkara mentanararvi og missa okkara grundvøll og samleika! 

Velja vit ikki øðrvísi hesaferð, fáa vit meiri av tí sama!

Um tú velur meg ella ein og hvønn annan á lista H, so er tað púra greitt, hvørji virðir og dagsskrá eru galdandi!

Tí er tað mín inniliga áheitan á tygum um at stuðla Miðflokkinum á valinum í dag.

 

Gott val!

 

Rani Andrasson Skaalum,

valevnið fyri Miðflokkin