Komin undir land við koronaheilivági

Evropiska Læknaevnisumboðið (EMA) nærkast eini treytaðari góðkenning av læknaevninum Remdesivir til viðgerð av koronasjúklingum.

Tað er møguligt, at Remdesivir kann fáa eina treytaða góðkenning fyrsta dagin. - Mynd: Pool New/Reuters

Tað er møguligt, at Remdesivir kann fáa eina treytaða góðkenning fyrsta dagin. - Mynd: Pool New/Reuters

Tað segði stjórin í EMA, Guido Rasi, í eini hoyring í umhvørvis- og heilsunevndini hjá Evropatinginum í dag.

EMA hevur fyrr í ár viðmælt, at lækna nýta læknaevnið til fólk, sum eru innløgd við koronavirus.

Tað kann umboðið gera við heilivági í menning, sum enn ikki er góðkent. Men tað skal gerast undir »strongum treytum«. Tað kreuvr, at tað er ein annar góðkendur heilivágur ímóti sjúkuni, sum skal viðgerast.

Remdesivir varð ment í 2009 til viðgerð av hepatitis C og sum møguligt evni ímóti virussjúkuni ebola.

/ritzau/

 

 

 

Tað er møguligt, at Remdesivir kann fáa eina treytaða góðkenning fyrsta dagin. - Mynd: Pool New/Reuters