Konservativu og Labour standa til søguligan avsmurning

Ein YouGov-kanning í Bretlandi gevur flokkunum við greiðari støðu til Brexit á fyrsta og annaðplássið.

Um tjóðartingsval var í Bretlandi í dag bendir tað á, at nógvir politiskir sessir høvdu verið skiftir.

Sambært eini meiningakanning hjá YouGov fyri blaðið The Times sær út til, at teir stóru siðbundnu flokkarnir líða undir ørkymlan veljaranna um brexit.

Tann Konservativi flokkuin, sum í dag situr við stjórnarvaldinum í Bretlandi, fær bara 19 prosent í kanningini.

Tað er ringasta úrslit, síðani flokkurin, sum Theresa May leiðir í eina viku afturat, varð stovnaður fyri umleið 200 árum síðani.

Andstøðuflokkurin Labour, sum hevur roynt at fingið í lag eitt bleytari brexit, hevði eisini bara fingið 19 prosent undirtøku.

Sambært meiningakanningini er tað ringasta úrslit síðani 1918 hjá Labour, sum hevur Jeremy Corbyn sum formann.

Liberalu Demokratarnir, sum hava havt herferðir til tess at fáa nýggja fólkaatkvøðu við vón um at forða brexit, enda sum størsti flokkur við 24 prosentum av atkvøðunum.

Næststørstur í kanningini verður flokkurin hjá Nigel Farages, Brexitflokkurin, sum bara hevur verið til í fáar mánaðir við 22 prosentum av atkvøðunum.

Veljarar, sum eru spurdir, tykjast vilja fara frá konservativa flokkinum og Labour, sum – upp á teirra egna hátt – hava roynt at fingið semjur, tá tað snýr seg um brexit.

Eingin stjórn síðani Annan Heimsbardaga hevur verið leidd av ørðum flokki enn Labour ella teimum Konservativu.

Ætlanin var, at bretar – sum úrsliti av fólkaatkvøðununi – skuldu fara úr evropiska samstarvinum 29. mars.

Bretar er enn limir í ES, og politikarar kjakast framvegis um, hvussu, nær og í hvønn mun tey skulu úr ES, sum landið hevur verið partur av síðani 1973.

Fyri eini viku síðani boðaði Theresa May frá, at hon leggur frá sær sum forsætisráðharri og forkvinna í Konservatava flokkinum 7. juni. Næsta val í Bretlandi eigur at vera í 2022.

 

/ritzau/Reuters

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }