Korona: 31 fingu skeiv svar

- Vit funnu skjótt út av mistakinum, og vit settu okkum í samband við øll tey, sum áttu hesar royndir, sigur fakstjórin á St. Olavs Hospitali.

 

Tilsamans 31 fólk - ávikavist 22 og níggju - fingu skeiv svar frá tveimum sjúkrahúsum í Noregi, eftir at tey vórðu kannað fyri korona-virus, covid-19. Í morgun varð funnið út av, at feilur var í svarunum, og hetta gera sjúkrahúsini vart við í tíðindaskrivi í morgun.

Upplýst verður, at 22 av teimum kannaðu á einum sjúkrahúsi fingu skeiv svar. 11 fólk fingu fyrst boð um, at tey ikki vóru smittað, tá tey kortini vóru smittað - og 11 onnur fingu boð um, at tey vóru smittað, tó at tey ikki vóru smittað. 

Á einum øðrum sjúkrahúsi í Noregi fingu níggju fólk eisini skeiv svar. Fýra royndir vórðu sagdar av vera positivar, sum kortini vóru negativar - og fimm positivar royndir vórðu sagdar at vera negativar, sum vóru positivar.

Á tí eina sjúkrahúsinum siga tey við VG, at royndirnar vórðu greinaðar sunnudagin, og hóast feilur var í nøkrum av fráboðanunum í fyrsta umfari, fingu fólk røttu svarini innan eitt samdøgur. 

- Vit funnu skjótt út av mistakinum, og vit settu okkum í samband við øll tey, sum áttu hesar royndir. Tað var eitt innanhýsismistak, sum var orsøkin til, at nøkur fingu skeiv svar, siga tey á norsku sjúkrahúsunum.

Fakstjórin á St. Olavs Hospitali í Noregi, Tom Christian Martinsen, sigur í samband við hetta mál, at menniskjanslig mistøk kunnu henda, og tí er tað so gott við góðum mannagongdum og neyvum eftirliti.

##med2##

 

 

St. Olavs Hospital í Tróndheimi.