Tað eru mong eldri, sum í hesum tíðum eru avbyrgd frá sínum nærmastu, og hetta er ikki bara galdandi fyri eldri um okkara leiðir, men eisini í mongum øðrum londum.
Roynt verður av øllum alvi at verja sjúk og gomul, soleiðis at hesi ikki fáa korona-smittu, sum ger um seg kring meginpartin av heiminum.
Sambært ES-nevndarforkvinnuni, Ursulu von der Leyen, er ikki óhugsandi, at eldri verða noydd at verja seg móti herviligu smittuni heilt fram til næsta ár.
Í samrøðu við týska blaðið Bild sigur ES-nevndarforkvinnan, at tað kann gerast neyðugt at avbyrgja og verja tey eldru, til ein heilivágur móti korona er á marknaðinum.
Ymiskt hevur verið frammi um heilivág móti korona, men serfrøðingar vænta, at tað kann taka í minsta lagi eitt ár, áðrenn koppseting er á marknaðinum móti covid-19.