Korona: Bardagin móti ósjónliga fíggindanum

- Nú síggja vit ljósið í hinum endanum av tunlinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

 

 

- Vit høvdu størsta og sterkasta búskapin í heiminum, men so noyddist eg at lata alt aftur - steingja landið fyri at sleppa av við pestina. Men, nú síggja vit ljósið í hinum endanum av tunlinum.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á einum tíðindafundi í samband við fíggjarligan stuðul til smáar fyritøkur í USA.

Sjálvur sigur forsetin seg vænta, at búskapurin kemur at koyra sum eitt "rúmdarskip", tá kríggið móti korona-virisinum er av. Tíðindafundurin var ikki í vanliga tíðindarúminum í Hvítu Húsunum, men í øðrum hølum við leiðbeiningum um frástøðu og smittuverju.

- Alt samfelagið stendur saman fyri at gera av við ósjónliga fíggindan, bjarga mannalívum og arbeiðsplássum. Tøkk til allar smáar vinnufyritøkur, og tað er avgerandi, at tit koma ígjøgnum hesa kreppu, segði forsetin, Donald Trump.

Á einum øðrum tíðindafundi í Hvítu Húsunum í kvøld gav amerikanski forsetin Heimsheilsustovninum (WHO) av grovfíluni, tí forsetin metir, at WHO hevur tikið fleiri skeivar avgerðir í handfaringini av korona-kreppuni.

Serliga vísti Donald Trump á, at WHO var ímóti avgerðini hjá forsetanum at sýta fólki úr Kina innferðarloyvi til USA, og hann segði eisini, at WHO hevði møguleikan at steðga heimsfarsóttini, áðrenn heimurin misti tamarhald á henni.

Stutt eftir, at korona-virusið tók seg upp í Kina, hildu mangir eygleiðarar, at Donald Trump ikki tók korona-kreppuna í serliga stórum álvara. Men, nú hevur so eisini amerikanski forsetin fingið annað at síggja.