Korona: Einsemi, ótti og stúran

- Hetta er ein trupul tíð hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum, sigur forkvinnan í Sinnisbata, Róa Midjord.

 

- Tú kanst kenna teg ørkymlaðan og óttafullan, tí tú veitst ikki, hvat tú kanst vænta tær, sigur Róa Midjord.

- Tú kanst kenna teg ørkymlaðan og óttafullan, tí tú veitst ikki, hvat tú kanst vænta tær, sigur Róa Midjord.

 

- Støðan við korona, sum Føroyar og allur heimurin eru í, er á fleiri økjum sera lík einari kreppustøðu. Vit eru avmarkað í okkara vanliga frælsi, og støðan rakar okkum øll við tað, at skúlar, stovnar og arbeiðspláss eru stongd, og gerandisdagurin við frítíðarítrivum er sera avmarkaður. Flestu halda seg innandura í sjálvbodnum sóttarhaldi, og øðrum er álagt at fara í sóttarhald.

Tað sigur Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata. Hon vísir á, at hjá teimum flestu er hetta ein sera torfør tíð, har fleiri verða rakt, bæði fíggjarliga, kensluliga og sálarliga. - Summi fáa ikki gjørt sítt arbeiði, gingið í skúla, verið saman við vinfólkum og sínum kæru. Tað kann kennast einsamalt at vera inni, samstundis sum samfelagið er latið aftur. Tú kanst kenna teg ørkymlaðan og óttafullan, tí tú veitst ikki, hvat tú kanst vænta tær í nærmastu framtíð.

Forkvinnan vísir á, at hjá fólki, sum stríðast við sinnisligar avbjóðingar, kann hetta vera ein eyka hørð tíð, bæði av óvissuni og tí, at vit í stóran mun eru avbyrgd í heiminum. Sum tíðin líður, merkja vit, at fólk hava størri tørv á einum práti og tosa ofta longur og oftari, enn tey plaga. Hetta er millum annað eisini nakað, tey uppliva í sosialpsykiatriini.

Róa Midjord sigur, at í slíkum tíðum, sum vit í løtuni eru í, er vandin fyri einsemi og at gerast verri fyri sinnisliga væl størri enn annars. - Um avvaðrandi ikki búgva saman við tí sjúka, kann tað vera gott, um avvarðandi kunnu ringja oftari enn vanligt. Eitt gott prát ella ein gongutúrur í náttúruni við frískari luft og góðari frástøðu, er í sær sjálvum góð fyri sálarheilsuna.

Forkvinnan hjá Sinnisbata sigur, at á heimasíðuni hjá felagnum - sinnisbati.fo - eru nøkur góð ráð um, hvussu fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar og onnur við, kunnu hjálpa sær sjálvum og øðrum í hesum døgum. Her verður víst á nøkur ráð, sum systirfelagið hjá Sinnisbata - Sind í Danmark - hevur savnað.

- Í Føroyum eru í løtuni fleiri feløg, sum veita ymisk tilboð í samband við korona-kreppuna, og á heimasíðuni hjá Sinnisbata er neyvari kunning um hesar tænastur. Vit í Sinnisbata veita eisini kjatt-ráðgeving, sum byrjaði longu á heysti í 2019. Vanliga hava vit nógv virksemi í oktober, tá hetta eisini er mánaðurin, har Altjóða Sálarheilsudagur er.

Róa Midjord sigur, at nú korona-støðan skapar órógv og óvissu, er kjatt-virksemið, sum Sinnisbati hevur, eisini økt munandi, og soleiðis hava eisini nógvar kjatt-samrøður verið seinastu vikurnar. Flestu samrøður snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slag, og aðrar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar.

- Haraftrat uppliva vit, at vit fáa áheitanir frá fólki, sum eru stúrin um vinfólk og familju, har rúsnýtslan er økt, og fleiri uppliva øktan harskap í tí sambandi, sigur Róa Midjord, sum leggur aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til felagið við øllum sløgum av fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum.

##med2##

- Tú kanst kenna teg ørkymlaðan og óttafullan, tí tú veitst ikki, hvat tú kanst vænta tær, sigur Róa Midjord.

- Flestu samrøður snúgva seg um einsemi, ótta, stúranir, mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar.