Korona: Fleiri tilburðir í Premier League

Premier League: Heilir 18 royndir eru positivar seinastu vikuna, og nú er vandi fyri at tað ávirkar skránna

Í gjár bleiv dysturin millum Everton og Manchester City avlýstur, tí Manchester City hevur fingið fleiri tilburðir av koronusmittuni í hópin. Umframt Kyle Walker og Gabriel Jesus, so sigst at tríggir spælarar afturat hava fingið Covid-19 undan dystinum.

Premier League boðar frá, at tað eru heilir 18 tilburðir av koronu seinastu vikuna. Tá er talan um spælarar og fólk kring hópin. Tað eru gjørdar 1.479 kanningar millum 21. og 27. desembur. Umframt Manchester City, so hava feløg sum Arsenal og Newcastle spælarar, ið hava fingið staðfest koronusmittuna í hópinum.

Skráin er flestu feløgunum er tøtt, og tey tola ikki at fáa fleiri útsettar dystir. Eitt felag sum Manchester City er við í Premier League, Champions League, FA Cup og Liga Cup, so tað kann skjótt blíva trongt, um fleiri dystir skulu útsetast.