Korona: Føroysku festivalarnir avlýsa ikki

Hóast koronavirus, so gera føroysku festivalarnir ikki sum eitt nú Roskilde Festivalurin, sum hevur avlýst festivalin í ár.

Sum in.fo skilir støðuna hjá føroysku festivalunum í summar, so verða teir ikki avlýstir, eins og festivalarnir í Danmark.

Munurin millum Føroyar og Danmark er í hesum føri, at meðan tað er danska stjórnin, sum avlýsir tiltøk í Danmark, so eru tað í Føroyum bara talan um áheitanir frá løgmanni og landsstýrinum.

Tað merkir, at føroysku festivalarnir einki endurgjald fáa og hanga upp á tær dýru kontraktirnar, sum eru gjørdar. Fyri at sleppa undan kontraktunum krevst, at tað er landið, sum avlýsir, og ikki at hvør festivalur avlýsir vinarliga eftir áheitan frá løgmanni.

Enn er tó long tíð til juli og august, so enn kann okkurt broytast. Tann fyrst stóri festivalurin er Voxbotn, sum verður í Vágsbotni 28. juni. Hálvan juni er Countryfestivalurin í Sørvági. Síðani er G!Festivalurin í juli og Summar Festivalurin í august.

Fyrsta summarstevnan, norðoyastevna, verðrur um slakar tveir mánaðir.

Sambært Pál Weihe í Degi og Viku í kvøld, so er ólavsøkan eisini í vanda fyri at verða avlýst vegna koronasmittuna.