Korona: Harðskapurin móti kvinnum veksur

- Tá fólk eru tvungin at vera saman heima við hús alla tíðina, veksur strongdarstøðan.

- Vit stúra fyri, at støðan verður upp aftur verri tær næstu vikurnar, sigur Martha Lund Olsen.

- Vit stúra fyri, at støðan verður upp aftur verri tær næstu vikurnar, sigur Martha Lund Olsen.

 

Kreppumiðstøðir fyri kvinnur, sum eru fyri harðskapi heima við hús, hava nógv at gera í hesum tíðum, og støðirnar fáa nógv fleiri áheitanir nú enn undir vanligum umstøðum. Stúrt verður fyri, at hetta verður ein veksandi trupulleiki so leingi, korona-kreppan varar.

Herfyri frættist úr Danmark, at tvífalt so nógvar kvinnur venda sær til kreppumiðstøðir nú enn áður. Sagt verður, at harðskapurin veksur so hvørt, sum støðan í heimunum gerst truplari. Nú eru familjur noyddar at vera saman 24 tímar um samdøgnið.

Á kreppumiðstøðini í Nuuk hava tey rættiliga upplivað, at kvinnur eru fyri harðskapi. - Tá fólk eru tvungin at vera saman heima við hús alla tíðina, veksur strongdarstøðan, sigur stjórin í Umsitingini fyri Børn og Familju, Martha Lund Olsen, við Sermitsiaq.

Hon vísir á, at tað er órógvandi, at so mong venda sær til kreppumiðstøðina - minni enn eina viku eftir, at fólk eru biðin um at vera verandi heima við hús. Vit stúra fyri, at støðan verður upp aftur verri tær næstu vikurnar.

At harðskapurin móti kvinnum veksur undir slíkum umstøðum, kemur tó ikki óvart á kommununa, tí tey hava fylgt við, hvussu gongdin hevur verð í øðrum norðurlondum. Martha Lund Olsen sigur, at tey vóru fyrireikað upp á, at hetta kundi gerast aveiðingin.

- Vit hava tískil hugt upp á, hvussu vit kunnu veksa kapasitetin. Støðan við smittu krevur eisini, at kvinnurnar ikki búgva ov trongt, og tí kunnu ikki so nógvar vera inni á hvørjum kamari á kreppumiðstøðini.

Martha Lund Olsen vísir á, at tað er vanligt í Nuuk, at talið av kvinnum, sum venda sær til kreppumiðstøðina, veksur um vikuskiftini, men hesir seinastu dagarnir hava víst, at talið eisini er stórt vanligar yrkadagar. 

- Vit hava leigað okkum inn í onnur høli í býnum, har pláss er fyri seks kvinnum aftrat, og vit eru til reiðar at útvega okkum enn fleiri møguleikar, um trupulleikin skuldi blivið enn størri, sigur stjórin, Martha Lund Olsen, við Sermitsiaq.

##med2##

 

 

 

- Vit stúra fyri, at støðan verður upp aftur verri tær næstu vikurnar, sigur Martha Lund Olsen.

- Støðan við korona-smittu krevur eisini, at kvinnurnar ikki búgva ov trongt, sigur Martha Lund Olsen.