Korona hevur kostað næstan 4.000 føroyingum arbeiðið

– Men eisini vanliga arbeiðsloysið hevur verið hækkandi

Korona hevur nú kostað næstan 4.000 føroyingum arbeiðið, antin heilt ella partvís.

Tey nýggjastu tølini hjá Als vísa, at nú hava gott og væl 3.600 fólk fingið stuðul úr Als, tí tey eru send til hús, tí at korona hevur elvt til, at virksemið á teirra arbeiðsplássum er minkað.

Summi eru sent heilt til hús, men nógv eru eisini send til hús hálva tíð og so arbeiða tey hálva tíð.

Samstundis sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, at taliðá umsóknum tey fáa í hesum sambandi, er hæsað av.

– Vit hava viðgjørt nógv tær flestu umsóknirnar, vit hava fingið, sigur hann.

Tað, sum er eftir at viðgera, eru nakrar umsóknir frá ítróttarfeløgum um spælarar, sum eru sendir til hús, men í teimum førum vil Als hava fleiri upplýsingar.

Tær umsóknirnar eru einar 150 í tali. Men tey verða skjót úr skipanini aftur, tí nú fara fleiri av teimum aftur til arbeiðis við tað at fótbólturin verður tikin upp aftur um tríggjar vikur.

Somuleiðis eru onkrar aðrar umsóknir eisini eftir at viðgera, tí onkrir upplýsingar mangla.

Tilsamans eru tað einir 800 arbeiðsgevarar og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru komin í skipanini.

Men Magni á Deild Olsen sigur, at samanumtikið fer talið á teimum sum koma undir serliga korona-skipanina hjá Als at liggja undir 4.000 fólk.

Men umframt fótbóltsspælararar, eru tað eisini onnur starvsfólk, sum alsamt fara úr skipanini aftur. Eitt nú eru handlarnir í SMS opnir aftur, so har er nakað av fólki farið úr skipanini, men talan er eisini um onnur arbeiðspláss.

 

##med2##

 

Magni á Deild Olsen sigur, at í miðal fáa fólkini einar 14.000 krónur um mánaðin, og verður talan um útvið 4.000 fólk, sum verða í skipanini, fer tað at kosta Als einar 50 milliónir um mánaðin.

Higartil hevur Als goldið 26 - 28 milliónir í stuðuli.

Stjórin sigur, at tað eru summar vinnugreinar, sum eru harðari raktar enn aðrar, ikki minst ferðavinnan.

Men umframt arbeiðsloysið í sambandi við korona, er eisini vanliga arbeiðsloysið vaksið seinastu dagarnar.

Tá ið tað var lægst seinasta heyst, vóru tað eini 250 fólk, sum vóru arbeiðsleys, men í dag eru tað 365 fólk, sum eru arbeiðsleys.

Magni á Deild Olsen sigur, at tað eru arbeiðsgevarar úr øllum landinum, sum siga fólk upp, so talan er ikki um einstakar stórar arbeiðsgevarar.

Og hann væntar, at tá ið koronakreppan er av, fer arbeiðsloysið sum heild at vera hægri enn tað hevur verið, tí at onkrir arbeiðsgevarar fara kanska á heysin, og aðrir fara at klára seg við færri starvsfólkum enn áður. Sostatt væntar hann ikki, at øll, sum eru í korona-skipanini nú, fáa arbeiðið aftur beinanvegin, kreppan er av.

Hendan talvan vísir, hvussu nógv fólk eru í Als beint nú. tølini við grønum eru tey, sum eru í vanliga Als, men hini tølini eru tey, sum eru í korona-skipanini hjá Als