Korona kann verða ein vanlukka fyri útoyggjarnar

Útoyggjafelagið heitir á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey fara í útoyggj at ferðast

Her liggur Ritan í Svínoy

Her liggur Ritan í Svínoy

– Fer korona at gera um seg á útoyggjunum í Føroyum, kann tað skjótt verða ein vanlukka.

Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Tí heita tey nú á fólk, sum ætla sær í útoyggj at ferðast um at hugsa seg serliga væl um.

Tað er vanligt, at nógv fólk fer í útoyggj at ferðast á páskum, men nú koronasmittan ger um seg, heita tey á fólk, sum ikki eru av útoyggj, um heldur ikki at fara á útoyggj at ferðast á páskum.

– Hetta er ein vinarlig áheitan á øll, sum ikki eru útoyggjafólk, um at hugsa seg væl um, áðrenn tit fara á útoyggjarnar í hesum døgum, sigur Olga Biskopstø

Hon vísir á, at útoyggjarnar eru veik smásamfeløg, og fer korona at gera um seg, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar.

Korona rakar eldri og veik fólk harðast, og nettupp á útoyggj er miðalaldurin høgur. Men so kemur tað afturat, at tað eru fáar heilsutænastur á útoyggj, so verða fólk sjúk, kann tað raka tey meint, leggur hon afturat.

Annars sigur hon, at tað er ikki so fólk, sum longu eru farin á útoyggj, kanska fyri at verja seg ímóti korona.

Tað plagar at vera nógv fólk á útoyggj, men í ár eru tey komin fyrr enn tey plaga.

Men hon leggur afturat, at samstundis frættist tað eisini av útoyggj, at tey, sum eru komin út hagar, hava víst hógv og hava hugsað nógv um at halda seg fyri seg sjálvi ta fyrstu tíðina fyri ikki at koma í vanda fyri at smitta onnur.

Tey vita eisini at fólk á meginlandinum, sum hava tilknýti til útoyggj, og sum ætlar sær í útoyggj í næstum, fyrireika seg væl frammanundan.

Í hesum sambandi siga tey, at hesi fólkini eru farin í sjálvboðð sóttarhald í tvær vikur inni á meginlandinum, áðrenn tey koma út, sigur Olga Biskopstø.

Her liggur Ritan í Svínoy