Korona: Landskassin skal sjálvur rinda

Heili 31 fakfeløg halda, at Als skal ikki rinda meiri fyri korona-kreppuna

 

 

– Vit eru samd við stýrið fyro Als um, at serliga korona skipanin hjá Als eigur ikki at halda fram. Tað siga tey 31 fakfeløgini, sum eru saman í fakfelagsráðnum.

Annars viðger Løgtingið eitt uppskot um at geva landsstýrinum heimild til at leingja serligu koronaskipanina hjá Als til 31. august.

Stýrið fyri Als er ímóti, tí tey halda at tað bindur starvsfólk til ein arbeiðsgevara, sum ikki hevur arbeiðið til tað. Avleiðingin er, at arbeiðsgevarar, sum søkja eftir fólki, fáa ikki fólk.

Fakfelagsráðið er á einum máli við ALS-stýrið um at skipanin ikki eigur at halda fram eftir 30. juni, sigur Fakfelagsráðið .

Ráðið heldur eisini, at er tørvur á framhaldandi stuðli, eigur skipanin at vera nógv øðrvísi.

– Núverandi skipan er ein stuðul til arbeiðstakarar, men í roynd og veru eru tað arbeiðsgevararnir, sum biðja um stuðulin, tá teir senda fólk heim, og arbeiðstakarin skal einki gera.

– Fakfelagsráðið heldur, at skal ein skipan vera, skal hon broytast til at vera stuðul til arbeiðsgevarar, soleiðis at arbeiðstakarin heldur fram í sínum starvi við vanligari løn, men at arbeiðsgevarin fær stuðulin goldnan um eitt slag av endurgjaldi.

Ráðið heldur eisini, at hetta ikki skal fíggjast gjøgnum ALS, men skal vera ein landkassafíggjað skipan, sum landið sjálvt umsitur, siga tey 31 fakfeløgini í Fakfelagsráðnum.

 Og tey eru Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan.