Korona órógvar fiskiveiðina

Streymurin verður ikki nakað serligur, og saman við ivingarsomum veðri og korona-trupulleikanum er ógreitt, hvussu verður við fiskiveiði teir næstu dagarnar.

Ein útróðrardag í síðstu viku hevði Falkurin 18.000 pund á 36 stampum.

Ein útróðrardag í síðstu viku hevði Falkurin 18.000 pund á 36 stampum.

 

Í løtuni eru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipini fiska mest tosk, hýsu og longu. Annað línuskipið landar í dag, og hitt landar seinni í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ivasamt er, nær ísfiskalínuskipini fara útaftur. Hinvegin eru øll frystilínuskipini til fiskiskap í løtuni.

Streymurin verður ikki nakað serligur, og saman við ivingarsomum veðri og korona-trupulleikanum er ógreitt, hvussu verður við fiskiveiði yvirhøvur.

 

 

Ein útróðrardag í síðstu viku hevði Falkurin 18.000 pund á 36 stampum.