Korona: Persónbilaferðslan minkað niður í helvt

- Tó er talið av lastbilum og øðrum tungum akførum ikki broytt stórvegis hesa seinastu vikuna, sigur Landsverk.

 

- Hóast tað bert er góð vika síðan, at løgmaður gav boðini um at seta Føroyar niður í ferð, nú koronavirus ger um seg í landinum, síggjast stórar broytingar í ferðsluni á landsvegunum.

Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki.

- Fyri at steðga koronavirusi í at breiða seg - ella í øllum førum i at spjaða seg so skjótt, at okkara sjúkrahúsverk ikki megnar at fylgja við - heitti løgmaður fyri góðari viku síðan á allar føroyingar um í størst møguligan mun at halda seg heima við hús og eisini arbeiða heimanífrá, um tað á nakran hátt ber til. Skúlar og dagstovnar sendu samstundis børn og ung heim at vera – fyribils fram til eftir páskir.

Hjá Landsverki vita tey í dag at siga, at fólk hava tikið hesi boð til sín. 

- Fólk eru sum heild minni úti, bæði til gongu og í bili. Hetta sæst eisini væl aftur á landsvegunum, har talið av persónbilum nú er minkað niður í nærum eina helvt. Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar, sum stava frá ymiskum útvaldum ferðsluteljarum kring landið. Talan er um ferðslu báðar vegir samantalt.

Hjá Landsverki siga tey, at tað var um 12. mars, at ferðslan av álvara minkaði, og í síðstu viku var persónbilaferðslan minkað við heili 45 prosentum í mun til, hvat hon vanliga er á hesum útvaldu leiðum.

- Ferðsluteljingarnar vísa eisini minni ferðslu í vikuskiftunum, og haraftrat sæst eitt fall í ferðsluni leygardagin 29. februar, tá stormur rakti landið.

Víst verður á, at talið av lastbilum og øðrum tungum akførum tó ikki er broytt stórvegis hesa seinastu vikuna, sum tølini á Sundi vísa. Ferðsluteljingarnar vísa nevniliga eina minking á umleið 10 prosent.

- Hetta kann sigast vera eitt gott tekin um, at samfelagshjólini framvegis mala. Lastbilaferðslan broytist sjálvsagt alt eftir virksemi í landinum, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær, og í 2019 var framvegis nógv grótkoyring á Sundi í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Hjá Landsverki vísa tey á, at hóast persónbilaferðslan er nógv minkað, er tað framvegis umráðandi at halda landsvegirnar farbarar, tá hált og kavi er.

- Hjá okkum verður tí stórur dentur lagdur á at tryggja, at vetrarhaldið ikki ávirkast av íkomnu støðuni við korona. Ein ætlan er gjørd fyri, hvussu vetrarhaldið skipar seg fyri best møguliga at fyribyrgja sjúku og smittu og fyri møguligum støðum, har starvsfólk verða rakt av sjúku ella sóttarhaldi. Hetta fyri framhaldandi at tryggja best møguligan framkomleika á landsvegunum.

Her síggjast ferðsluteljingar frá útvaldum støðum í landinum í tíðarskeiðnum 15. februar - 22. mars 2020. Dagfestingin er fyri í ár. Til samanberingar eru tilsvarandi vikur frá 2019 settar inn í myndirnar.

- Tað framgongur týðiliga, at persónbilaferðslan minkar munandi ta síðstu vikuna í 2020, tá fólk eru biðin um at halda seg heima fyri at fyribyrgja spjaðing av koronasmittuni/covid-19, siga tey hjá Landsverki í dag. 

##med2##

##med3##

##med4##