Korona-raktir veljarar sleppa eisini at velja

Kunnu teir ikki møta á valstaðnum, eru ráð fyri tí, sigur landsstýrið

 

 

Veljarar, sum hava koronu, verða ikki sleptir upp á fjall næsta týsdag, tá ið kommunuvalið verður. Her er talan um veljarar, sum hava koronu, sum eru í sóttarhaldi, ella sum eru í heimauppihaldi tí tey eru komin til Føroya og bíða eftir at verða kannað um aftur tá ið tey hava verið her í seks dagar.

 Veljarar, sum hava koronu, ella eru í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, kunnu ikki møta á valstaðnum, men ístaðin sleppa teir at velja við brævatkvøðu.

Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram í tíðarskeiðnum frá í morgin til til mánadagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar næsta týsmorgun

Veljarar, sum eru í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu seta seg í samband við kommununa, ella valnevndina, har tey eru skrásett og so verður skipað fyri, at tey kunnu velja