Korona-smitta rakar krabbameinsdeild

Umleið 40 krabbameinssjúklingar og heilsustarvsfólk á sjúkrahúsi í Hamburg hava fingið korona-smittu.

 

Umleið 20 sjúklingar og 20 heilsustarvsfólk á krabbameinsdeildini á universitetssjúkrahúsinum Eppendorf í Hamburg eru smittað við korona-virus, covid-19. 

Tað váttar sjúkrahúsið sambært tíðindastovuni DPA í kvøld. Lagt verður aftrat, at nakrir av sjúklingunum eru sendir heim, og aðrir eru framvegis í viðgerð á sjúkrahúsinum.

Eftir at fyrsti tilburðurin varð staðfestur á Eppendorf, vórðu sjúklingar kannaðir og teir, sum vóru testaðir positivir, vórðu beinanvegin avbyrgdir á aðrari deild á sjúkrahúsinum.

Tá heilsustarvsfólk á deildini vórðu kannað, vísti tað seg, at eisini her vóru fleiri smittað. Onnur, sum hava verið teimum smittaðu nær, eru koyrd í sóttarhald heima við hús.

Sambært tíðindamiðlinum Spiegel er korona-smittan helst borin inn á krabbameinsdeildina í Eppendorf í Hamburg við einum vaskifólki.