Korona: Soleiðis letur Evropa uppaftur

Fleiri lond fóru í dag undir avtøku av strongu tiltøkunum, sum vórðu sett í gildi undir koronakreppuni.

Í fleiri evropiskum londum lata hárfríðkarar uppaftur. Á myndini er Patrizia Grecht í ferð við at klippa einum kunda í Wien í Eysturríki. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters

Í fleiri evropiskum londum lata hárfríðkarar uppaftur. Á myndini er Patrizia Grecht í ferð við at klippa einum kunda í Wien í Eysturríki. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters

Størsti parturin av Evropa hevur í fleiri vikur verið stongdur í royndini at avmarka útbreiðslu av koronavirus.

Seinastu tíðin eru bæði smittu- og deyðstøl lækkaði nógvastaðni, og tí eru fleiri lond farin undir eina stigvísa upplating av samfelagnum.

Her er yvirlit yvir, hvussu tað verður gjørt í fleiri evropiskum londum:

Týskland:

Ávísir skúlar lótu upp í dag. Sama við átrúnaðarligum samkomum, søvnum, minningarstøð8m og djóragørðum.

Mentanarstøð, barrir, matstovur og ítróttarstadium eru enn stongd. Størri mannamúgvur eru bannaðar í minsta lagi til 31. august.

Italia:

Í dag vóru landsins parki lætnar upp, og fólk í avmarkaðari nøkgd sleppa at vitja familjur sínar.

Allir størri handlar eins og søvn og bókasøvn lata upp 18. mai.

Vakurleikastovur og hárfríðkanarstovur lata upp 1. juni, og sama er við matstovum – tó bert fyri takeaway.

Skúlarnir verða framvegis stongd fram til september.

Spania:

Síðani leygardagin eru spaniólar slopnir á gøtuna at íðka – tó framvegis við fleiri avmarkingum.

Frá í dag at rokna knnu smáir handlar – eisini hárfríðkanarstovur – taka ímóti kundum eftir avtalu. Barrir og matstovur lata upp við takeaway.

Belgia:

Starvsfólk á útvaldum arbeiðsplássum kunnu frá í dag at rokna venda aftur til skrivstovur sínar. Felstu handlar lata upp 11. mai, um teir halda reglurnar um, at kundarnir halda frástøðu.

Nakrir skúlar lata upp 18. mai við í mesta lagi 10 næmingum í flokkinum.

Portugal:

Ávísir handlar kunnu lata upp í dag. Hárfríðkanarstovur og bilhandalrar kunnu eisini lata upp. 18. mai lata skúlarnir við eldru næmingunum uppaftur. Her var matstovur, barrir og søvn eisini latin uppaftur.

Biografar lata uppaftur 18. mai við kravi um fysiska frástøðu millum kundarnar.

Eysturríki:

Størri supermarknaðir, hárfríkarar og uttandura ítróttarstøð so sum golf- og tennisvallir lótu upp um vikuskiftið. Avmarkingarnar á at ferðast eru tiknar burtur, og nú kunn mannamúgvur upp ímóti 10 savnast.

Roknað verður við at matstovur lata upp miðskeiðis í mai.

Kelda: AFP.

/ritzau/

 

Í fleiri evropiskum londum lata hárfríðkarar uppaftur. Á myndini er Patrizia Grecht í ferð við at klippa einum kunda í Wien í Eysturríki. - Mynd: Lisi Niesner/Reuters