Korona: Tað gekk slett ikki so illa sum vit stúrdu fyri

– Tað hevur kostað okkum slakar 109 milliónir, sigur stjórin í Als

Matstovuvinnan hevur verið hart rakt, men annars ekk nógv betri enn stúrt varð fyri

Matstovuvinnan hevur verið hart rakt, men annars ekk nógv betri enn stúrt varð fyri

– Hetta varð ikki ro ringt, sum vit stúrdu fyri. Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als.

Tá ið Korona legði landið mest sum lamið tíðliga í mars, varð ein skipan sett í verk, har arbeiðsgevarar, sum mistu nógv arbeiði, kundu senda starvsfólk heim, men so rindaði Als teimum endurgjald fyri ta løn, tey mistu – í hvussu so er partvís.

Skipanin skuldi fara úr gildið í gjár, men hon er nú longd í tveir mánaðir afturat til tann 31. august.

Men nú er tað ikki longur Als, sum skal rinda fyri skipanina , tí Løgtingið hevur játtað at rinda Als 20 milliónir í endurgjaldið fyri útreiðslurnar, sum tey vænta, fer at standast av korona-skipanina ffrá 1. juli til 31. august.

– Vit mugu ásanna, at hetta hevur gingið nógv betri, enn vit stúrdu fyri, sigur stjórin í Als.

Hann sigur, at hendan skipanin hevur kostað Als slakar 109 milliónir, og tað er nógv minni, enn tey upprunaliga stúrdu fyri.

Hann ásannar, at tað var ómetaliga ringt at meta um støðuna. Tey vistu, at tað eru einir 16.000 – 17.000 fólk í starvi hjá privatum arbeiðsgevarum, men tey høvdu onga hóming av, hvussu nógvir av teimum fóru at verða sendir heim. Men tíðliga í mars sóu tey fyri sær, at eini 4.00 – 5.000 fólk fóru at vera í korona-skipanini hjá Als og at tað fór at kosta skipanini einar 60- 90 milliónir um mánaðin, men so illa gekk tað langt frá.

Kortini kann sigast, at tey fingu partvís rætt, tí eitt skifti vóru yvir 4.300 fólk í skipanini. Men nógv av teimum arbeiddu framvegis hálva tíð, ella soleiðis, og tey vóru ikki so leingi í henni, tí tey fingu skjótt arbeiðið aftur, og sostatt minkaði talið skjótt. Og nú eru ikki meiri enn sløkk 1.200 fólk eftir í skipanini.

Tað vanliga arbeiðsloysið er er hækkað nakað hesa seinastu tíðina, men tað er avgjørt ikki so høgt, at vit kunnu siga, at tað merkt av nakrari kreppu, sigur Magni á Deild Olsen.

Men hvussu stórt tað í veru verður, fáa vit ikki at síggja fyrrenn eftir 31. august, tá ið korona-skipanin fer í gildið, tí tá fara tey, sum framvegis eru arbeiðsleys tá, í tað vanligu Arbeiðsloysisskipanina.

Matstovuvinnan hevur verið hart rakt, men annars ekk nógv betri enn stúrt varð fyri