Korona tíðindafundur klokkan 16

Klokkan 16.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við corona virus í Føroyum. 

Á tíðindafundinum verða løgmaður, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og Michael Boolsen, fúti.

Fundurin fer at snúgva seg um tey ivamál, ið hava stungið seg upp, nú fleiri stovnar so smátt fara at lata upp aftur, eru boðini úr løgmansskrivstovuni.

Kringvarpið sendir beinleiðis í útvarpinum og í sjónvarpinum.