Korona: Vildu ikki lata seg kanna – fer nú til fiskiskap

Skiparin ger beint ímóti ráðunum frá landslæknanum

Russiski trolarin, Yantarnyy, loysi seinnapartin í gjár. Á vágni liggur Casiopea. Myndina tók Pól Sundskarð

Russiski trolarin, Yantarnyy, loysi seinnapartin í gjár. Á vágni liggur Casiopea. Myndina tók Pól Sundskarð

Russiski trolarin, Yantarnyy, sum hevur ligið í Klaksvík hesar seinastu dagarnar, er nú farin aftur til fiskiskap.

Hann hevur ligið saman við einum øðrum russiskum trolara, Karelia, og farmaskipinum, Casiopea, við bryggju í Ánunum í fleiri dagarar. Um vikuskiftið varð staðfest, at minst 23 av manningini á Karelia høvdu koronu og at seks av manningini á Casiopea eisini høvdu koronu.

Beint ímóti tilmælunum frá landslæknanum, fór Karelia aftur til fiskiskap fyrr í vikuni, hóast nógvir av manningini vóru sjúkir.

Landslæknin segði við KvF hendan dagin, at hann hevði bjóðað skiparanum á  Yantarnyy at kanna manningina fyri koronu, men at skiparin hevði ikki svarað og tíansheldur varð manningin ongantíð kannað, hóast vandi er fyri, at korona gongur umborð, tí manningarnar hava gingið ímillum skipini.

Ístaðin loysti hann frá bryggju seinnapartin í gjár og fór á Fuglafjørð at bunkra og síðani er hann farin aftur til fiskiskap norðan fyri Føroyar.

Landslæknin hevur heitt á fólk í Klaksvík, og aðrastaðni, sum hava verið í samband við útlendsku sjómenninar um at ansa væl eftir um tey hava nøkur sjúkueyðkenni og føla tey nakað á sær, eiga tey at lata seg kanna fyri koronu sum skjótast.

Russiski trolarin, Yantarnyy, loysi seinnapartin í gjár. Á vágni liggur Casiopea. Myndina tók Pól Sundskarð