Korona: Vit komu skjótt upp undan aftur

Ein uppgerð vísir, at korona varð ein dýr søga hjá nógvum, men at vit komu kjótt upp undan aftur

 

 

Í juli mánað vórðu slakar 875 milliónir goldnar í lønum. Tað eru góðar 25 milliónir, ella trý prosent meira enn sama mánað í fjør.

Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá hagstovuni og hendan uppgerðin fevnir um beinleiðis løn og er arbeiðsloysisstuðul, og lønarískoyti frá Als í sambandi við korona, ikki talt við.

Hagstovan sigur, at høvdu vit ikki havt korona í vár, so at gongdin í lønargjaldingunum hevði verið óbroytt, er vøntandi, at góðar 900 milliónir høvdu verið útgoldnar í lønum í juli. Tað gevur eina hóming av, hvussu nógv korona hevur kostað vanliga løntakarunum.

Men tølini vísa eisini, at fallið í vár var djúpt, men at vit komu rættiliga skjótt upp undan aftur, soleiðis at afturgongdin í juli eru góðar 25 milliónir lægri enn tær annars høvdu verið.

Men Hagstovan sigur, at tað eru serliga privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og har afturgongdin sostatt hevur verið stór.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu 269 milliónir goldnar í lønum í juli, men høvdu vit ikki fingið korona inn á okkum, høvdu lønirnar verið 281 milliónir. Sostatt kostaði korona starvsfólkum í privatu vinnuni, 12 milliónir ella 4,5 prosent av lønini. Í mai var munurin upp aftur størri, tí tá var munurin 16 prosent.

Á myndunum niðanfyri sæst ein framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli, væntandi høvdu hilnast, hevði korona ikki rakt okkum.

Teir reyðu prikkarnir vísa, hvussu gongdin helst hevði verið, um korona ikki rakti okkum. Tað gráa økið vísir óvissuna, sum er í metingunum, og tann bláa linjan vísir ítøkiligu lønargjaldingarnar. Teir bláu prikkarnir vísa úrslitið í mars, apríl, mai, juni og juli í ár.

– Munurin millum bláu og reyðu prikkarnar gevur eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á lønargjaldingarnar, sigur Hagstovan. Men tey siga eisini, at tølini vísa, at vit komu skjótt upp undan aftur.

##med2##

##med3##