Koronaavbjóðing: Leita eftir ungum fólki við góðum hugskotum

Ert tú millum 18 og 30 - og hevur tú eitt hugskot til, hvussu okkurt kann gerast betur í sambandi við koronafarsóttina? So er tað kanska tær, sum leitað verður eftir

Leitað verður nú eftir ungum fólki í Føroyum og øðrum Norðulondum, sum hava eitt gott hugskot, sum kann gera ein mun, nú meðan koronasmittan herjar. 

Talan er um eitt tiltak, sum verður í døgunum 29.- 31. mai, og luttakararnir fáa tá 48 tímar at evna hugskot, sum kunnu hjálpa fólki, fyritøkum og sosialum tiltøkum.

Tað eru Nordic Atlantic Cooperation (NORA) og Highlands and Islands Enterprise (HIE), sum skipa fyri hesum tiltakinum. 

– Koronasmittan hevur broytt lív okkara dramatiskt uppá bara tveir mánaðir. Fyrirøkur, felagsskapir og okkara máti av liva uppá er ikki, sum tað plagdi at vera. Í North Atlantic Corona Challenge bjóða vit tær av at menna títt besta hugskot til at bjarga lívum, fyritøkum og felagsskapum í okkara øki.

Har eru nøkur krøv til hugskotini. Tað skal vera originalt og vísa á nýggjar loysnir. Eisini skal tað vera realistiskt at føra út í lívi skjótast gjørligt. Harumframt skal tað kunna gera ein mun fyri okkum í Norðurlondum, sum eru ávirkað av koronasmittuni.

Viðkomandi við vinnandi uppskotinum fær 30.000 krónur. Nummar tvey fær 20.000 krónur, og nummar trý fær 10.000 krónur. 

Heitt verður serliga á tey, sum eru millum 18 og 30 um at melda seg til. Til ber at melda seg til HER.

Hygg at videobroti um tiltakið her: