Koronaótti hóttir laksafiskiskap í Alaska

Umleið 12.000 laksafiskimenn og arbeiðsfólk koma á hvørjum ári til Bristol Bay í Alaska, og hetta órógvar borgarstjóran í Dillingham.

 

Borgarstjórin í býnum Dillingham í Alaska, Alice Ruby, hevur skrivað bræv til guvernørin í statinum, Mike Dunleavy, har hon biðir um, at eingin laksafiskiskapur verður í Bristol Bay  í 2020, tí laksafiskimenn og arbeiðsfólk, sum koma aðrastaðni til vertíðina, kunnu leggja trýst á lokala heilsuverkið. 

Enn einaferð er tað óttin fyri korona-virusi sum spøkir. Umleið 12.000 laksafiskimenn og arbeiðsfólk, sum starvast innan veiði, móttøku og virking, koma á hvørjum ári til Bristol Bay, og hetta órógvar borgarstjóran í Dillingham.

Í brævi til guvernørin í Alaska sigur borgarstjórin, at tað er eingin háttur, sum kann brúkast til vernd móti smittuspjaðing, tá nøkur hundrað fólk arbeiða saman. Hon heldur tað vera ógvuliga órógvandi, um laksafiskimenn og arbeiðsfólk í túsundatali, sum kunnu bera korona-smittu, koma til býin í laksavertíðini.

- Okkara samfelag hevur ongan møguleika at hava eftirlit við hesum fólkum. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, og hetta setir okkum í eina ómøguliga støðu. Tað eru eisini avmarkaðir møguleikar við heilivági í Alaska og í Bristol Bay-landslutinum, sigur borgarstjórin.

Stovnurin av kyrrahavslaksi, sonevndi reyðlaksurin í Bristol Bay, er grundarlagið undir einari av mest lønandi fiskiveiðum í USA. Villlaksurin gongur í Bristol Bay, áðrenn hann fer niðan í áirnar í Alaska. 

Øll henda laksaveiða snýr seg um nakrar vikur, har fiskurin bæði verður seldur feskur og gjøgnum árið eisini frystur og sum dósamatur. Fleiri roykjarí - eisini í Evropa - byggja partar av sínari tilveru og rávørugrundarlagi á villlaks úr Alaska.

Í fjør varð virðið av laksinum, sum varð veiddur í vertíðini í Bristol Bay, meira enn 306,5 miljónir dollarar, og hetta er sambært blaðnum - Anchorage Daily News - størsta veiðivirði nakrantíð.

Borgarstjórin í Dillingham, Alice Ruby, sigur í brævinum til guvernørin, at um hann ikki tekur stig til at hava tamarhald á korona-virusinum í økinum, noyðist býráðið sjálvt at taka málið í egnar hendur.

Ein talsmaður fyri guvernørin í Alaska sigur við blaðið Anchorage Daily News, at ongar ætlanir fyriliggja i løtuni um at steðga laksafiskiskapinum í Bristol Bay í 2020.