Koronaráðgeving klár í komandi viku

 

 

Á tíðindafundi fyri løtu síðani greiddu Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og Leivur Persson frá arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá nýggju koronaráðgevingini, sum eftir ætlan skal vera klár í komandi viku.

Tað er arbeiðis- og brunaeftirlitið, sum yvirhøvur stendur fyri koronaráðgevingini, og yvirhøvur skal ráðgevingin virka á tveimum fláum.

Fyrra fláin er yvirskipað leiðbeining og ráðgeving til allar stovnar og fyritøkur, sum nú lata upp aftur. Leiðbeiningin verður gjørd í samráð við heilsu- og aðrar fakmyndugleikar.

Hin fláin er ítøkilig leiðbeining og ráðgeving.

– Vit fara umvegis koronalinjuna at bjóða fram beinleiðis og ítøkiliga ráðgeving og vegleiðing til arbeiðspláss, felagsskapir og stovnar, sum stigvíst fara at lata upp aftur. Ráðgevingin kemur umvegis telefon, teldupost og videofundir, men eisini vera vegleiðandi ástaðarvitjanir, har vit hyggja eftir faktisku umstøðunum á arbeiðsplássunum og vegleiða, um tey liva upp til tilmælini, sigur Leivur Persson frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Toymið, ið mannar nýggju ráðgevingina, er nýtt, sigur Leivur Persson og leggur aftrat, at miðað verður eftir, at toymið er virkið og operationelt í komandi viku.

Bulurin í toyminum er frá arbeiðs- og brunaeftirlitinum, men eisini deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu er við. Neyðugt verður eisini við øðrum fakfólki, og komandi vikuna skal finnast fram til, hvørji tey vera. Leivur Persson leggur aftrat, at ivaleyst verða eisini fleiri fakfólk, ið verða knýtt at toyminum ad-hoc.

– Endamálið við ráðgevingini er at fyriskipa eina stigvísa upplating av samfelagnum, sum er heilsuliga forsvarlig, men eisini álitisvekjandi fyri starvsfólk og onnur avvarandi, sigur Leivur Persson.