Koronaráðgevingin gjørt leiðreglur til dagstovnar og skúlar

Koronaráðgevingin hevur nú latið úr hondum vegleiðing til dagstovnar og skúlar, nú landsstýrið hevur boðað frá, at 20. apríl fara stovnar og skúlar so smátt at lata upp aftur.

 

Í vegleiðingini eru umframt góð ráð um reinføri eisini ráð um mannagongdir í sambandi við at lata og heinta børn úr skúla og stovni.

Millum annað sigur vegleiðingin, at helst skal sama foreldur koma við og eftir barninum hvønn dag, at foreldur skulu hava so lítið av sambandi við starvsfólk sum gjørligt, og at so nógv av virkseminum sum møguligt á stovninum skal ganga fyri seg uttandura.

Harumframt skulu vesini vaskast tvær ferðir um dagin, og kummurnar skulu vaskast og sprittast við hospitalsspritti. Leikur skulu vaskast fleiri ferðir um dagin.

Løgmansskrivstovan hevur eisini boðað frá tíðindafundi klokkan 16 í dag, har greitt verður fingin á fleiri av teimum ivamálunum, ið hava stungið seg upp, nú stovnarnir lata upp aftur.

Á tíðindafundinum verða Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá heilsumálaráðnum, og Michael Boolsen, fúti.

Vegleiðingarnar síggjast á heimasíðuni korona.fo.

 

Samanumtøka av ábyrgdini hjá dagstovnaleiðslunum úr vegleiðingini hjá Koronaráðgevingini:

• At virksemið á stovninum í størstan møguligan mun verður skipað í trá við hesa vegleiðingina.

• At reglur verða gjørdar um reinføri og atburð, har støði verður tikið í partinum av hesi vegleiðingini um Ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk, sum fyribyrgja smittuspjaðing.

• At starvsfólk og børn verða lærd upp í at vaska hendur við vatni og flótandi sápu, og nær handspritt kann verða nýtt.

• At kunnað verður um, nær ið hendurnar skulu vaskast; reglur fyri hvussu ein hostar; hvussu ein sleppur undan tøttum sambandi við onnur; og onnur reinføristilmæli, har støði verður tikið í partinum av hesi vegleiðingini um Ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk, sum fyribyrgja smittuspjaðing.

• At tryggja fasta mannagongdir í sambandi við at vaska hendur, har støði verður tikið í partinum av hesi vegleiðingini um Ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk, sum fyribyrgja smittuspjaðing.

• At kunning/uppsløg frá myndugleikunum um, hvussu ein fyribyrgir smittu, verða sett upp á økinum hjá stovninum, t.d. við inngongdir og onnur viðkomandi støð, har sum børn, foreldur og starvsfólk koma. Kunning og uppsløg eru at finna á www.corona.fo.

• At ein mannagongd um handfaring av starvsfólkum og børnum við sjúkueyðkennum er til taks á stovninum.

• At tryggja rætta handfaring av starvsfólkum, sum eru í serligum váða (eldri fólk, sum eru yvir 65 ár, fólk við kroniskum sjúkum ella niðursettari immunverju og kvinnur, ið eru við barn, har sum støði verður tikið í partinum av hesi vegleiðingini um Serligir vandabólkar.