Koronarakti Boris Johnson fær súrevni men er ikki í respiratori

Støðan hjá Boris Johnson, sum er innlagdur á sjúkrahús, gjørdist verri, og í gjár varð hann fluttur á intensiva deild.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er innlagdur á sjúkrahús í London við Covic-19, varð í gjár fluttur á intensiva deild. Hann er bundin í eitt súrevnistól. Støðan er versnað, eftir at hann í síðstu viku upplýsti, at hann var raktur av Covid-19.

Ráðharrin Michael Gove sigur við LBC Radio, at Johnson fær súrevni.

– Forsætisráðharrin hevur fingið eitt sindur av súrevni. Hann hevur ikki verið í respirator, vísir Gove á sambært AFP.

Johnson var fluttur á intensiva dielt umleið klokkan 19  í gjárkvøldið, visti BBC at siga Sambært upplýsingunum hjá sjónvarpsstøðini var hann tá klárur.

Tekin vóru um, at forsætisráðharrin hevði trupuleikar við at anda.

Tíðindi loyptu hvøkk á stótrar partar av Bretlandi og mintu á álvaran í farsóttini. Tað eru bara fáar vikur síðani, at Johnson sjálvur lítisgjørdi sjúkuna og boðaði frá, at han for framvegis at taka lógvatøk.

Hann tók í hondini á politikarum, miðlafólkum og ørðum í fleiri dagar, sjálvt um alarmklokkurnar ljóðaðu um tað mesta av heiminum.

Uttanríkisráðharrin Dominic Raab hevur tikið yvir fyribils sum forsætisráðharri fyri Borsi Johnson.

Iain Duncan Smith, sum er leiðari fyri konservativa stjórnarflokkin, sigur við BBC News, at hann er »sjokkeraður« av versnaðu sjúkuni hjá Johnson.

/ritzau/