Koronasmitta á amerikanskum flogbera

Skiparin rópar neyðarróp, tí 4.000 sjómenn sita fangaðir umborð

Mynd: Jeremy Hall

Mynd: Jeremy Hall

Skiparin umborð á einum amerikanskum flogbera hevur biðið myndugleikarnar um hjálp, tí koronavirus er staðfest umborð.

Umborð á Theodore Roosevelt flogberanum eru fleiri enn 4.000 sjómenn, og San Francisco Chronicle, sum upprunaliga fekk boðini um smittuna frá Brett Crozier, skipara, vil vera við, at í minsta lagi 100 tilburðir av covid-19 eru umborð á Theodore Roosevelt.

Theodore Roosevelt liggur í løtuni við bryggju í Guam, har USA hevur herskipahavn.

Crozier skipari hevur sambært BBC mælt til, at manningin verður avbyrgd, øll sum hon er, men umborð á slíkum skipum, har umstøðurnar eru trongar, og øll manningin er tætt upp at hvørjari aðrari, ber illa til at avbyrgja innahýsis í skipinum, og vandi er tí fyri, at smittan fer at spjaða seg til alla manningina.

– Vit eru ikki í kríggi. Tað er eingin orsøk til, at sjómenn skulu lata lív, stóð at lesa í brævi, sum Crozier skipari hevði sent til amerikanska verjumálaráðið, og sum San Francisco Chronicle eisini hevði fingið fatur á.

 

Mynd: Jeremy Hall