Krabbi í brisinum kann nú lekjast

- Nýggj skurðviðgerð kann hjálpa sjúklingum við krabbameini í brisinum ella búkspýttkertlinum, sigur Jan Henrik Storkholm, yvirlækni.

 

 

- Har talið áður var 0, liva nú 35 prosent av sjúklingunum aftan á fimm ár, sigur yvirlæknin, Jan Henrik Storkholm.

- Har talið áður var 0, liva nú 35 prosent av sjúklingunum aftan á fimm ár, sigur yvirlæknin, Jan Henrik Storkholm.

Higartil hevur tað verið ómøguligt at skurðviðgjørt sjúklingar við krabbameini í brisinum, um krabbin longu hevur spreitt seg til blóðæðrarnar við brisið. Men, nú hava læknar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn ment ein nýggjan hátt at skurðviðgera hesar sjúklingar.

 

Við íblástri frá japanskum læknum brúka læknar á Ríkissjúkrahúsinum nú við hepni ein serstakan hátt til skurðviðgerðir fyri krabba í brisinum.

 

- Vit skapa rætt og slætt ein eftirgjørdan blóðtøpp nakar vikur fyri sjálva skurðviðgerðina og steingja fyri meginblóðæðrini. Í staðin leiða vit so blóðið um ein bakveg og uttan um sjúka vevnaðin, áðrenn vit eisini skera burtur ein part av krabbameinsraktu æðrini, sigur yvirlæknin, Jan Henrik Storkholm á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

 

Hesin eftirgjørdi ”blóðtøpp-tátturin” verður róptur DP-CAR, sum er ein stytting fyri ”distal pancreas-coeliac axis resection”. Við øðrum orðum verður blóðið leitt ein annan veg undir skurðviðgerðini, meðan krabbameinsknúturin verður skorin burtur.

 

Higartil hevur Ríkissjúkrahúsið á henda hátt skurðviðgjørt umleið 40 sjúklingar við krabbameini í brisinum, sum annars ikki høvdu verið skurðviðgjørdir, tí krabbin hevði spreitt seg til blóðæðrar, sum liggja um brisið. Brisið ella búkspýttkertilin liggur nevniliga beint við tvær av stóru meginæðrunum, sum fara fram við brisinum undir flagbróstinum.

 

Krabbamein í brisinum hevur nevniliga lyndi til at spreiða seg til nervarnar við stóru blóðæðrarnar.

 

- Av teimum 40 krabbameinssjúklingunum, sum eru skurðviðgjørdir við nýggja háttinum í Danmark, liva 35 prosent av teimum eftir fimm árum. Tað merkir, sigur yvirlæknin, at meira enn triði hvør sjúklingur, har krabbin hevði spreitt seg til nærliggjandi blóðæðrar, í dag kann síggja fram til at yvirliva. Áður var hetta tal 0.

 

Jan Henrik Storkholm sigur seg vóna, at nýggi hátturin møguliga eisini kann brúkast til skurðviðgerð av øðrum krabbasjúkum, sum læknarnir higartil ikki hava kunna skurðviðgjørt, tí krabbin hevur spreitt seg til nærliggjandi æðrar, eitt nú við krabba í bløðruni.

 

Higartil hava læknarnir gjørt av at skurðviðgera sjúklingar á henda hátt, sum eru upp til 70 ára aldur og sum ikki líða av øðrum álvarsomum sjúkum. Men, so hvørt, sum fleiri royndir verða gjørdar, og sjúkrahúsverkið er vorðið dugnaligari til júst hesa viðgerð, kann roknast við, at bólkurin av teimum, sum fáa hesa skurðviðgerð, verður størri.

 

Krabbamein í brisinum ella búkspýttkertlinum er álvarsom sjúka, sum kann vera trupul at viðgera. Krabbin mennist ymiskt frá einum sjúklingi til annan. Tí er eisini trupult at vita frammanundan, hvussu sjúkugongdin verður fyri hin einstaka persónin.

 

- Næsta stigið verður at kanna lívsdygdina hjá hesum sjúklingum eftir skurðviðgerðina. Ein slík viðgerð verður altíð eitt ógvusligt inntriv í alla lívveruna hjá tí einstaka. Ein avleiðing er, at sjúklingarnir fáa leyst lív, tí nakrar nervaleiðingar eru burtur. Men, leyst lív kann hóast alt viðgerast við heilivági, leggur yvirlæknin aftrat.

 

Hóast ”blóðtøpp-hátturin” er royndur bæði í Japan og Danmark, hava granskarar enn ikki givið út granskingarúrslitini um nýggju viðgerðina, tó at avmarkaðu royndirnar á Ríkissjúkrahúsinum í løtuni geva góðar vónir.

 

- Úrslitini higartil merkja, at vit nú kunnu hjálpa fleiri krabbameinssjúklingum, sum áður doyðu av sjúkuni, tí vit einki kundu gera, sigur Jan Henrik Storkholm.

Kelda: www.cancer.dk