Krabbi skal vera at liva við - og ikki doyggja av

Tað er ikki óhugsandi, at norskir granskarar kunnu gerast teir fyrstu í heiminum við einum alfevndum koppingarevni móti krabbameini.

 

 

Jónas Einarsson er fyrisitingarstjóri í Radiumhospitalets Forskningsstiftelse og leiðari í Ultimovacs.

Jónas Einarsson er fyrisitingarstjóri í Radiumhospitalets Forskningsstiftelse og leiðari í Ultimovacs.

 

NRK veit at siga, at eitt norskt felag er nær einum alfevndum kopparevni móti krabba, og í løtuni verða avgerandi kanningarnar gjørdar, sum skulu vísa, um koppingarevnið virkar. Koppingarevnið UV1 skal viðvirka til at styrka immunterapi móti krabbameinskyknum, tí koppingarevnið styrkir nevniliga evnini hjá immunverjuni at leypa á krabbameinskyknur.

Málið er, at UV1 saman við núverandi immunterapi skal viðvirka til, at tey flestu, sum verða rakt, yvirliva krabbasjúkuna. - Stóri dreymurin er, at krabbasjúkan í ringasta føri kann gerast ein kronisk sjúka, sum vit kunnu viðgera, soleiðis at sjúkan heldur verður at liva við – enn doyggja av.

- Hetta er vónin við hesi koppseting, sigur Jónas Einarsson, fyrisitingarstjóri í Radiumhospitalets Forskningsstiftelse (Radforsk) og leiðari í heilivágsfyritøkuni, Ultimovacs. Ultimovacs er norsk felag, sum ger heilivág, og sum arbeiðir við menning av nýggjum loysnum innan immunterapi móti krabbameini.

Fyritøkan er sprottin úr tí, sum verður rópt Radiumhospitalet og er stovnað í 2011. Arbeiðið, sum nú er í gongd at menna eitt alfevnt koppingarevni, verður mett at vera heilt einastandandi innan krabbameinsgransking.

Tí, í mun til onnur koppingarevni móti krabbameini, sum antin eru passaði til hvønn einstakan persón – ella tey eru passaði til eina ávísa krabbameinssjúku – fer koppingarevnið UV1 at kunna brúkast móti øllum sløgum av krabbameini og fer at halda sjúkuni undir eftirliti.

Haraftrat metir heilivágsfyritøkan Ultimovacs, at møguleikar eru at víðarimenna koppingarevnið, soleiðis at tað eisini kann virka fyribyrgjandi fyri fólk, har arvaligar krabbasjúkur eru í familjuni.

Um alt gongur, sum tey vóna, verður UV1-koppingarevnið á marknaðinum um 3-4 ár. Saman við dagsins immunterapi fer UV1 sambært granskarum at viðvirka til, at tey flestu fara at yvirliva krabbameinssjúku.

Øyvind Kongstun Arnesen, sum er fyrisitingarstjóri í Ultimovacs, sigur, at nýggja koppingarevnið byggir á kunnleikan um krabbameinskyknur niður í minstu smálutir, eins og koppingarevnið byggir á samanspælið millum immunverjuskipanina og krabbameinskyknur.

Hann vísir á, at fleiri ferðir um dagin standast kyknur í likaminum, sum hava krabbameinslíknandi eginleikar, og sum hava evnini at menna seg til krabbasjúku. Men, tíbetur syrgir immunverjuskipanin oftast fyri, at einki verður burtur úr hesum – og uttan, at vit merkja nakað til tað, sum hendir inni í okkum.

- Orsøkin til, at slíkar kyknur sjáldan menna krabbasjúkur, er, at kroppurin í sær sjálvum hevur eina ”umvælingarskipan” og eina immunverjuskipan, sum ruddar upp í hesum, áðrenn nøkur krabbasjúka mennist, sigur Øyvind Kongstun Arnesen.

Men, tá so hesar kyknur av og á mennast og gerast til krabbasjúku, er tað tí, at svullurin mennir verjumekanismur sum minna um skjøldur, og hetta skjøldur syrgir fyri, at immunverjuskipanin ikki megnar at gera av við hesum kyknur. Við immunterapi verður hetta skjøldur tikið burtur, og tá sleppur verjuskipanin aftur í gongd at beina fyri krabbameinskyknunum.

Viðgerðin við immunterapi hjálpir bert helminginum av sjúklingunum við krabbameini, og tað er her, at nýggja koppingarevnið – UV1 – ger seg galdandi. UV1 syrgir nevniliga fyri, at tað verða fleiri ”soldátar” og ”herleiðarar”, sum kunnu herja á krabbameinsjúkuna, tá skjøldurin er burtur.

Nýggja koppingarevnið er roynt á Radiumhospitalet við sjúklingum við eitt nú prostastakrabba við spreiðing og lungnakrabba við spreiðing, og sagt verður úr Noregi, at úrslitini eru góð.

Heilivágsfyritøkan Ultimovacs stendur nú yvirfyri einari størri og avgerandi kanning, har 150 sjúklingar, sum eru raktir av krabba við spreiðing, skulu verða við í kanningini, sum skal gerast bæði á altjóða stigi og á norskum sjúkrahúsum.

- Hesar kanningar verða heilt avgerandi. Vit hava tekin og ábendingar um, at koppingarevnið virkar, men kanningarnar eru enn ikki gjørdar við nóg nógvum sjúklingum, soleiðis at vit við vissu kunnu siga, at UV1 røkkur sínum endamáli, sigur Øyvind Kongstun Arnesen.

Heilivágsfyritøkan hevur longu fingið eina røð av íleggjarum, og tilsamans hava hesir íleggjarar lagt fleiri hundrað miljónir norskar krónur í verkætlanina.

Jónas Einarsson er fyrisitingarstjóri í Radiumhospitalets Forskningsstiftelse og leiðari í Ultimovacs.