Krav frá Trump um umteljing tryggjar Biden fleiri atkvøður

Joe Biden hevur tryggjað sær 132 atkøvður afturat í mun til Trump eftir umteljing í Wisconsin.

 

 

Ein umteljing av atkvøðum í størsta valdøminum í Wisconsin, Milwaukee, hevur økt munin millum demokratin Joe Biden og forsetan í USA, Donald Trump.

Tað var forsetin, sum kravdi umteljing, sum endaði í gjár.

Og hon gjørdi munin teirra millum 132 atkvøður størri. Tilsamans tryggjaði Biden sær 257 atkøvður afturat í mun til 125 til Trump í samband við umteljing av næstan 460.000 atkvøðum.

Herferðin hjá Trump hevur kravt umteljing av atkvøðunum í tveimum teimum størstu valdømunum í Wisconsin, eftir at forsetin tapti statin til Joe Biden við næstan 20.000 atkvøðum á forsetavalinum.

Bæði valdømini plaga at atkvøða demokratiskt.

Meðan umteljingin í Milwaukee endaði í gjár, so verður roknað við at umteljingin í Dane County ikki verður liðug fyrr enn í morgin. Roknað verður heldur ikki við, at hon fer at broyta nakað upp á úrslitið.

Trump-herferðin hevur goldið næstan tríggjar milliónir dollarar, svarandi til umleið 13,7 millónir krónur, fyri báðar umteljingarnar.

Skrivstovumaðurin í Milwaukee, George Christensen, sigur umteljingina verða prógv fyri, at valið var rættvíst.

– Umteljingin vísir, tað sum vit longu vistu: At val í Milwaukee er rættvíst, gjøgnumskygt og trygt.

Roknað verður við, at Trump-herferðin fer at leggja enn fleiri rættamál fyri at royna at broyta valúrslitið í Wisconsin. Tíðin er tó við at ganga undan hjá forsetanum, tá roknað verður við, at statutin fer at góðkenna valið týsdagin.

Joe Biden varð fyri trimum vikum síðani skírdur vinnari av forsetavalinum av teimum stóru amerikansku miðlunum.

Hann tryggjaði sær á valinum 306 valmenn ímóti 232 til Trump. Nógv fleiri enn teir 270, sum krevjast fyri at vinna valið.

/ritzau/Reuters