Kreppa fær bretska sendiharrin í USA at leggja frá sær

Bretski sendiharrin í USA, Kim Darroch, leggur nú frá sær.

Donald Trump og umstríddi bretski sendiharrin í USA, Kim Darroch

Donald Trump og umstríddi bretski sendiharrin í USA, Kim Darroch

– Støðan ger ómøguligt hjá mær at fremja uppgávu mína, sigur Kim Darroch sambært Reuters.

Kim Darroch fekk oyrini rættiliga í maskinuna, tá upplýsingar úr einum uppriti hjá honum komu alment fram. Í uppritinum segði hann, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er ódugnaligur. Til tað svaraði Trump, at hann »ikki longur vildi hava nakað við Kim Darroch at gera«.

 

/ritzau/

Donald Trump og umstríddi bretski sendiharrin í USA, Kim Darroch