Krevja at mannagongdirnar verða púra greiðar

Pedagogfelagið vil hava myndugleikarnar at leggja eina ætlan fyri, hvussu Føroyar skulu latast upp aftur

Nú vil Pedagogfelagið hava myndugleikarnar at leggja eina ætlan fyri, hvussu samfelagið kann verða latið upp aftur, eftir at hava verið rakt av korona-tiltøkum í tríggjar vikur.

– Eftir eina tíð við undantaksstøðu í øllum samfelagnum, er tað ikki ein fjarur tanki, at ótti kemur á fólk, nú tosað verður um at lata samfelagið upp aftur, sigur Pedagogfelagið.

– Tað eru starvsfólk, sum av heilsuávum, ella øðrum orsøkum, kunnu verða í stórum vandabólki fyri at gerast sjúk, skuldi tað hent, at smittan kemur á ein dagstovn.

– Í einum arbeiði, har man veitir einum øðrum menniskja umsorgan innan heilsu, røkt og námsfrøði, brúkar starvsfólkið sín kropp og sína sál.

– Hesi eru í beinleiðis sambandi við menniskju, og her ber ikki til at seta glasveggir upp, ella at halda seg tveir metrar frá øðrum.

Føroya Pedagogfelag sóknast tí eftir, at ætlanir og mannagongdir, verða gjørdar um, hvussu dagstovnarnir lata upp aftur.

– Her er ymiskt at taka støðu til. Ein spurningur er um tað ber til at lata alt upp í einum, ella um stovnarnir skulu taka ímóti øllum børnunum í einum. Ein annar spurningur er um upplatingartíðirnar verða skerdar, ella er ætlanin at økja barnatalið á stovnunum stigvíst.

Hesir spurningar eru teir somu fyri fólkaskúlan og frítíðarskúlar, har tað er neyðugt at Mentamálaráðið og kommunurnar gera felags ætlanir, um hvussu hetta arbeiði skal skipast – og tað skal vera í samstarvi við heilsumyndugleikarnar.

Pedagogfelagið sigur, at starvsfólk hava víst stóra vælvild at lagað seg til broytta gerandisdagin.

– Vit hava dømir um, at starvsfólk eru farin í sóttarhald í 14 dagar við viðskiftafólkum, og eisini eru starvsfólk farin á onnur øki at hjálpa til.

–  Eisini hava starvsfólk brúkt feriu og avspákingartímar, soleiðis at tey eru tøk til arbeiðis, tá alt letur upp aftur.

– Hjartarúm og viljin at finna loysnir hevur ikki mangla frá starvsfólkunum á námsfrøðiliga økinum, sigur Pedagogfelagið.