Kríggj, yvirgangur og boykott hava áður fingið OL av kós

Altjóða koronakreppan er orsøkin til, at Olympisku Leikirnir fyri fyrstu ferð í søguni eru útsettir. Tríggjar ferðir er OL heilt avlýst.

Fyri aðru ferð í søguni kann eitt OL, sum skuldi vera hildið í Tokyo, enda við at verða avlýst. (Savnsmynd) – Mynd: Charly Triballeau/Ritzau Scanpix

Fyri aðru ferð í søguni kann eitt OL, sum skuldi vera hildið í Tokyo, enda við at verða avlýst. (Savnsmynd) – Mynd: Charly Triballeau/Ritzau Scanpix

Tríggjar ferðir í søguni eru OL púrasta avlýst. Allar ferðirnar vegna kríggj.

So galið verður tað neyvan við næstu leikunum í Tokyo 2020, men nú er greitt, at OL verður flutt til 2021.

Leikirnir í Tokyo er fluttir vegna koronakreppuna, sum hevur rakt so at siga øll heimsins lond.

Altjóða Olympiska Nevndini (IOC) gjørdi av á fundi í dag saman við fyrireikarunum í Japan at útseta leikirnar til næsta ár.

Dagfestingin fyri leikirnar er ikki ásett enn, men tað verður í 2021 – og í seinasta lagi á sumri í 2021.

Her er yvirlit yvir, hvat áður hevur ávirkað Olympiskur Leikirnar.

 

* Kríggj:

– Í 1916 skuldu Olympisku Leikirnir vera í Berlin, men Fyrri Heimsbardagi herjaði og vóru teir tí avlýstir.

– Tokyo skuldi í 1940 vera vertur, men Japan fer síðst í tríatiárunum í kríggj ímóti Kina og sleppur vertsskapinum, sum í staðin fór til Helsinki. Tað verður tó av ongum, tá Sovjetsamveldið ger innrás í Finnland í 1939 í sambandi við Seinna Heimsbardaga.

Heldur ikki í 1944 verða nakrir leikir. London varð kosið sum vertur í juni í 1939, men tríggjar mánaðir seinni brestur Seinni Heimsbardagi á, og leikirnir fimm ár seinni verða avlýstir.

 

* Boykott:

– Fleiri arabisk lond taka seg úr leikunum í Melboune í 1956, tí Ísrael sleppur at vera við hóast landsins luttøku í Sues-krígnum. Sveis og Ungarn taka seg eisini úr, tí Sovjetsamveldið hevur gjørt innrás í Ungarn, men sleppur kortini at luttaka.

– 29 serliga afrikonsk lond boykotta Olympisku Leikirnar í Montreal í 1976, tí Altjoða Olympiska Nevndin hevur lovað New Zealandi at luttaka. Landið hevur brotið boykottið hjá ST av Suðurafrika og spælt rugbylandsdystir ímóti manslandsliðnum hjá apartheidstýrda landinum.

– USA og umleið 60 onnur lond boykotta Olympisku Leikirnar í Moskva í 1980 vegna russisku innrásina í Afghanistan.

– Fýra ár seinni í 1984 svarar Sovjettsamveldið og fleiri onnur lond eystanfyri aftur við ikki at møta til leikirnar í Los Angeles.

– Olympisku Leikirnir í Seul í 1988 verða fjórðu leikir á rað, sum verða raktir av boykotti, tá Kuba ikki vil luttaka.

 

* Yvirgangur:

– Undir Olympisku Leikunum í München í 1972 tekur palestinensiski yvirgangsfelagsskapurin Svarti September ísraelskar luttakarar sum gíslar. Tilsamans 17 fólk doyggja – 11 ísraelar, 5 yvirgangsmenn og ein løgreglumaður.

– Olympisku Leikirnir í Atlanta í 1996 verða eisini raktir av yvirgangi, tá ein bumba spreingist í sambandi við eina konsert í Olympic Centennial Park. Eitt fólk doyr, og 111 verða særd.

Kelda: TT.

/ritzau/

 

Fyri aðru ferð í søguni kann eitt OL, sum skuldi vera hildið í Tokyo, enda við at verða avlýst. (Savnsmynd) – Mynd: Charly Triballeau/Ritzau Scanpix