Hvannasunds kommuna hevur nú fingið lastbilin, sum varð bílagdur fyrr í ár. Leveringin er nakað seinkað vegna covid-19. Fyrr í ár segði Landsverk upp avtaluna um salting av kommunalu vegunum í kommununi.
- Tí hava vit í samband við keypið av lastbilinum, eisini keypt eina saltbússu til salting av kommunalu høvuðsvegunum, siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.
Lastbilurin er av merkinum MAN TGE. Hann er keyptur frá Kjartani Simonsen í Klaksvík. Kranin, sum er frá KJ Hydraulik, er ein PK 3400 Performance.
- Umframt lastbilin, hevur kommunan eisini keypt ein viðfestivogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina hjá umsjónarmonnunum í samband við flutning av maskinum, verður lagt aftrat.