Kvinna skuldsett fyri at stuðla IS handtikin í Noreg

Norska løgreglan hevur handtikið eina 29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnur, sum í gjárkvøldið om til Oslo úr Sýria.

Siv Jensen, forkvinna í Framburðsflokkinum og fíggjarmálaráðfrú í norsku stjórnini var ímóti, at stjórnin loyvdi 29 ára gomlu kvinnuni at koma heimaftur til Noregs. - Foto: Benoit Tessier/Reuters

Siv Jensen, forkvinna í Framburðsflokkinum og fíggjarmálaráðfrú í norsku stjórnini var ímóti, at stjórnin loyvdi 29 ára gomlu kvinnuni at koma heimaftur til Noregs. - Foto: Benoit Tessier/Reuters

Norska løgreglan hevur handtikið eina 29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnu, sum er skuldsett fyri at hava samband við tveir hernaðarligar bólkar í Sýria. Teirra millum Islamskan Stat (IS).

Kvinnan varð handtikin, tá hon seint fríggjakvøldið kom á flogvøllin Gardemoen í Oslo. Tað upplýsir TV2 í Noreg.

Í nátt váttaði fregnartænastan hjá norsku løgregluni, at kvinnan er afturhildin.

Norska uttanríkisráðið upplýsir samstundis í einum tíðindaskrivi, at tey hava hjálpt í sambandi við heimferðina hjá kvinnuni og tveimum børnum hennara úr Sýria.

– Hjálpin til heimferðina var latin av humaniterum orsøkum, tí vit óttast sjúku hjá øðrum barninum. Børnini hava tørv á friði og mugu verjast, sigur uttanríkisráðfrúan Ine Eriksen Søreide úr flokkinum Høyre.

Málið um heimtøkua av kvinnuni og børnum hennara úr flóttafólkalegu í Sýria hevur skapt split í norsku samgongustjórnini.

Framburðsflokkurin /FrP) hevur hótt við at taka seg úr stjórnini, um ikki hinir stjórnarflokkarnir eftirlíka nøkrum krøvum.

Innflytaraskeptiski flokkurin var ímóti, at kvinnan og børn hennara skuldu sleppa heim til Noregs.

Leiðslan í Framburðsflokkinum er við at gera ein lista við krøvum til hinar tríggjar stjórnarflokkarnar, Høyre, Kristeligt Folkeparti og Venstre.

Erna Solberg, forsætisráðfrú, úr Høyre og Siv Jensen, forkvinna í Framburðsflokkinum, skulu hittast mánadagin í sambandi við stríðið.

29 ára gamla kvinnan fór í 2013 til eitt øki í Sýria, sum var undir ræði av IS. Her gifti hon seg við einum manni, sum hevur stríðst fyri rørsluna.

Kvinnan hevur fyrr sagt, at hon ikki fór til Sýria sum sjálvboðin, og at hon í fleiri ár hevur roynt at sleppa úr landinum.

Hon er formliga skuldsett av trygdartænastuni hjá norsku løgregluni (PST) fyri at vera við í al-Nusra Frontin og Islamskan Stati, sum báðir verða roknaðir sum yvirgangsfelagsskapir.

/ritzau/NTB

 

 

 

Siv Jensen, forkvinna í Framburðsflokkinum og fíggjarmálaráðfrú í norsku stjórnini var ímóti, at stjórnin loyvdi 29 ára gomlu kvinnuni at koma heimaftur til Noregs. - Foto: Benoit Tessier/Reuters